Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Upp á prei hjá Líðhamri í Deyðseyða havinum

Oliver Joensen

Størru útróðrarbátarnir, Líðhamar og Norðsøki høvdu ein góðan dag í gjár. Norðsøki hevði 11.300 pund og Líðhamar 10.200 pund.

Sjálvur var eg vestanfyri á skjótingartúri við Ásmundi Joensen, bróður. Vit fóru av Vestmanna og suður um Vágoynna (fleiri myndir frá túrinum seinni). Tá vit bóru eygað við Líðhamar í morgunróðanum og góðveðrinum, varð sjálvandi siglt upp á prei, har vit fingu eitt gott stutt prát. Lítlu løtuna vit lógu har og prátaðu, sást at væl var á, tí stutt var ímillum at rullumaðurin krøkti. Sum sæst var veðrið av tí allar besta. – Norðlýsið kemur í hvønn krók og eisini út um landoddarnar.