Vodafone kunngerð í dag eina munandi príslækking á internet nýtslu í útlandinum. Hetta merkir, at tað nú er upp til 79% bíligari hjá føroyingum at brúka internetið á fartelefonini í nærum øllum Evropa, umframt at ein kann tosa frítt fyri ásettan dagprís.
– Bara hetta síðsta árið er datanýtslan hjá føroyingum fleirfaldað í útlandinum, sigur Suni Justinussen, sølustjóri á Vodafone. Føroyingar vilja hava bíligari data, og við hesari príslækking vilja vit gera tað meira ráðiligt at brúka fartelefonina í útlandinum.
Brúkaramynstrið hjá føroyingum vísir, at fartelefonin ikki bert verður nýtt til at ringja við longur. Tørvurin at fylgja við tíðindum her heima, leggja myndir frá feriuni út á sosialar miðlar o.s.fr. fyllir alsamt meira.
Føroyingar vilja ikki einans hava bíligari data, men ynskja eisini eina trygd, ið verjir teir fyri óvæntaðum rokningum, tá teir reika uttanlands. Fyri at veita hesa trygd sendir Vodafone fráboðanir út fyri hvørjar kr. 300,-, ið verða brúktar til data.
– Við hesari príslækking og fráboðanum yvir internet nýtsluna í útlandinum meta vit, at kundar okkara tora betur at brúka internet á fartelefonini, tá tey ferðast, leggur Suni Justinussen afturat.




