Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppboðsøla av makreltilfeinginum – ein katastrofa fyri vinnuna

John William Joensen

Í 2011 valdi ”makrelsamgongan” at selja 20.000 tons av makreltilfeinginum á uppboðsølu. So at siga alt endaði hjá feløgum sum høvdu útlendskar bakmenn ella eigarar. Varð alt makreltilfeingið selt á uppboðsøluni hetta árið, var 60% av samlaða avreiðingarvirðinum endað sum gjald til landskassan – áðrenn skipini kundu fara til fiskiskap

Í 2011 valdi ”makrelsamgongan” at selja 20.000 tons av makreltilfeinginum á uppboðsølu. So at siga alt endaði hjá feløgum sum høvdu útlendskar bakmenn ella eigarar. Varð alt makreltilfeingið selt á uppboðsøluni hetta árið, var 60% av samlaða avreiðingarvirðinum endað sum gjald til landskassan – áðrenn skipini kundu fara til fiskiskap

Úr fiskimálaráðnum varð sagt, at politiskt ynskti man onga eftirmeting av uppboðsøluni í 2011 og tí er eingin slík gjørd, men sambært tølum frá VØRN hevði uppboðsølan verið eina katastrofa fyri vinnuna um alt makreltilfeingið varð selt.

93% av tilfeinginum sum varð bjóðað út til almenna sølu var keypt av feløgum við útlendskum tilknýti ella eigarum.

Harafturat hevði vinnan verið noydd at rindað 60% av samlaða avreiðingarvirðinum til landskassan áðrenn skipini kundu farið til fiskiskap.

DØMI:

Makrelveiða, uppboðsøla og avreiðingarvirði 2011:

Christian í Grótinum avreiddi fyri tilsamans kr.17.327.547

Norðborg avreiddi fyri tilsamans kr. 86.061.382

Hetta gevur tilsamans kr. 103.388.929,-

Christian í Grótinum og Norðborg fiskaðu tilsamans 11.865.014 kg

Um skipini skuldu keypt rættin at veiða umvegis uppboðsøluna(vit brúktu miðalsøluprísin á uppboðsøluni 3,65 pr.kg), so skuldu Norðborg og Christian í Grótinum rindað landinum kr. 43.188.650,99 áðrenn skipini sluppu til fiskiskap.

Brúka vit sama prís, sum eitt nú Næraberg keypti fyri á uppboðssøluni (kr. 4,79 pr.kg. ), sum ikki var dýrasti keypsprísurin.

So skuldu Christian í Grótinum og Norðborg rindað landskassanum tilsamans kr. 56.833.417,06 áðrenn skipini sluppu til fiskiskap.

Landskassin hevði sostatt farið avstað við umleið 60% av samlaða avreiðingar virðinum, hjá Norðborg og Christian í Grótinum.

Eingin ivi um at stóra inntøkan hjá landskassanum hevði verið stokkutur hitið hjá føroyska samfelagsbúskapinum.

Harleywoodpaint