Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppboðssøla av fiskirættindum

Vørn – Fiskiveiðueftirlitið

Fjórða “afturlatna” uppboðssølan av fiskirættindum verður hósdagin 21. september 2017

Fjórða “afturlatna” uppboðssølan av fiskirættindum verður hósdagin 21. september 2017

Rættindini, ið seld verða, fevna um hesi fiskasløg og nøgd:

• Norðhavssild: 8.500 tons

• Svartkjaftur: 9.297 ton

Ávís feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn. Talan er um eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.

Formligu ásetingarnar um uppboðssøluna eru ásettar í kunngerð nr. 101 frá 12. juli 2017.

Nærri upplýsingar og reglugerð fyri uppboðssøluna fáast frá Vørn: www.vorn.fo