Eyðstein Poulsen, reiðari á frystilínuskipinum Ågot, finst at uppboðssøluni um rættindini á Flemish Cap. Reiðarin vísir á, at teirra reiðarí er illa stillað, tá tað kemur til at bjóða seg fram, og fýlist serliga á, at minstiprísurin ikki verður almennur fyrrenn ½ tíma áðrenn uppboðssølan byrjar.
Fyri at bjóða á uppboðssøluni, skal man longu hava rætt til at fiska í 2019. Í kunngerðini stendur nevniliga “Persónur ella felag, sum í 2019 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 74, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, kann lata boð inn. Veiðast skal við línu.” Hetta livir Ågot gamaní upp til, men hetta merkir, at nýggir aktørar ikki sleppa framat á hesum sinni.
Hartil koma treytirnar um trygd. Trygdin “skal stillast sum ótíðaravmarkað sjálvskuldarborgan ella sum onnur bankatrygd, ið kann metast at vera eins nøktandi. Møguleiki er eisini fyri at flyta kontant gjald á konto hjá Vørn á 6460-182.705.9. Trygd fyri uppboðssølugjald skal latast Fiskamarknaða Føroyar”, skrivar Vørn.
Men av tí at minstiprísurin verður hildin loyniligur til ½ tíma áðrenn uppboðssølan byrjar, mugu reiðaríini veita trygd, áðrenn tey kenna minstaprísin og harvið útgongdsstøðið.
Her er tað sjálvsagt nógv lættari fyri tey línuskipini, ið hava milliónareiðarí aftanfyri seg, tí tey hava potentielt eina nærum óavmarkaða trygd fyri øllum boðum. Smáu reiðaríini, sum mugu í egnan lumma, mugu spenna bogan til tað ítarsta bara fyri at veita trygd, og tað ger tað sjálvsagt munandi truplari, tá man ikki kennir minstaprís og harvið útgongdspunktið. Trygdin má setast í blindum.
Sostatt verða teir bæði teir nýggju og teir smáu “skvisaðir” út. Teir nýggju sleppa als ikki framat, og so harðar treytir verða settar, at teir smáu hava tað torført. Hvørki sampakkar við útmeldingarnar frá sitandi stjórn um, at øll nú skuldu hava møguleikan.


