Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppboðssølan hongur í sera tunnum trá

John William Joensen

Stóri spurningurin er um nøkur semja fer at spyrjast burtur úr samráðingunum um eina nýskipan av føroysku fiskivinnuni og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, fyri fyrstuferð í síni longu politisku yrkisleið fer at megna at standa á odda fyri einari breiðari politiskari semju?

Stóri spurningurin er um nøkur semja fer at  spyrjast burtur úr samráðingunum um eina nýskipan av føroysku fiskivinnuni og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, fyri fyrstuferð í síni longu politisku yrkisleið fer at megna at standa á odda fyri einari breiðari politiskari semju?

Tað er longu greitt at økiskvoturnar og anti trust reglurnar eru endaðar í politisku skrellispannini. Tó verða nakrar ásetingar um anti trust, men tær verða ikki brúktar, sum politisk amboð, sum landsstýrið annars ætlaði.

Í nýggju skipanini far uppboðsølan meiri ein symbolskan týdning og verður einans galdandi fyri pelagiska tilfeingið. Hon umfatar einans nýtt tilfeingi og í mestalagi 15 %. Men útlitini fyri at pelagiska tilfeingið fer at vaksa eru ikki serliga sannlík og tí fer uppboðsølan at missa týdning sum frá líður. Hildið verður fast við umsetiligheit. Fiskiloyvini verða ikki longur tengd av ávísum skipum, sum Sambandsflokkurin og Landsstýrið skeyt upp og spurningurin er um mørkini millum ávísar skipabólkar eisini verða linkaði

Sum skilst er landsstýrið í veruleikanum sett á eitt politiskt ”síðuspor” tí samband hevur verið millum fleiri tingfólk í samgonguni um at fáa eitt brúkiligt úrslit. Sum skilst er ráðandi fatanin millum tingfólk í samgonguni at í minstalagi Sambandsflokkurin skal verða partur av semjuni.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var í Degi og Viku gjárkvøldi, har hann royndi at leggja trýst á samgonguna við at siga, at umráðandi var fyri tjóðina at ein semja varð funnin. Men sum skilst eru fleiri samgongufólk ósamd í hesum.

Ein gomul kona, sum eygleiddi tingfólkini, sum savnaðust á Tvøroyri í gjár, lýsti ógvuliga væl stemningin sum er millum samgongu tingfólk í løtuni:

– Eg havi ikki nógv skil fyri hvørki politikki ella fiskivinnu, men eg skilji ikki heilt hví tað er so umráðandi at venda alt á høvdi, nú tað gongur so væl í samfelagnum, og almennu kassarnir eru um at bresta av pengum.