icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

UPPDATERA SKRÁ fyri Føroya Sjómannadag 2015

Tíðindaskriv (Føroya Sjómannadagur)

Niðanfyri er dagførd skrá fyri Føroya Sjómannadag. M.a. er \”Skera upp grind\” broytt til kl. 13.15 leygardagin.

Niðanfyri er dagførd skrá fyri Føroya Sjómannadag. M.a. er “Skera upp grind” broytt til kl. 13.15 leygardagin.


Føroya SJÓMANNADAGUR 2005 – 2015:

Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2015 er merkt av at 70 ár eru liðin síðan seinri Heimsbardagi endaði har Føroyar mistu umleið 1% av samlaða fólkatalinum av krígsávum.

Skráin er sera fjøltátta og drúgv og byrjar

mánadagin 17. august og endar sunnudagin 23. august.

……..

Føroyar mistu í árunum 1940-45 tilsamans 39 skip, svarandi til meira enn 26 % av samlaða skipstonsatalinum, og um leið 200 menn, svarandi til nærum 1 % av fólkatalinum .

(Brot úr bókini Víkingasynir:)

Í árunum 1940-45 gjørdu føroysk skip 2.354 ferðir til Bretlands við ísfiski; hesin fiskur vigaði 151.973 tons, og bruttoinntøkan var 88.528.99 £ ella um 198.300.000 kr.

Vandasiglingin í krígsárunum gav landinum góðar inntøkur.

Mangur fiskimaður, sum fyrr kendi seg nívdan av skuld, fekk goldið hana; í krígsárunum gjørdist hann ein fríur maður. Næsta takið var at geva húsunum tiltrongda ábót bæði uttan og innan; eisini hesum viðvíkjandi varð nógv gjørt.

Í sjómansskapi vóru krígsárini ein afturgongdar tíð; tí eingin skipsmaður var settur við øll hesi árini.

Dreingirnir sluppu ikki við; at hesum borði bar eisini tað, at skipini ofta vóru leigað út til fólk, sum annars lítið og einki høvdu við fiski drift at gera. Tann samkenslan, sum mangan hevur verið millum reiðaran og skipsfólkið, millum reiðaran og tey, sum høvdu síni við skipi hansara, viknaði.

Mest hugstoytandi var tó missurin av nógvum fólki og stórum skipatali. Eftir sótu nógvar ungar einkjur og 239 faðirleys børn eftir teir, ið fórust av krígsávum, og 60 eftir teir, ið fórust av óhappum.

…………………


FØROYA SJÓMANNADAGUR

www.sjomannadagur.fo


Høvuðsstuðlar:

Klaksvíkar Kommuna

EIK


ØLL TILTØK Á FØROYA SJÓMANNADEGI ERU ÓKEYPIS!


SKRÁ:

LEYGARDAGIN 22. AUGUST

09.00

Føroysku træseglskipini og timbur motor- og útróðrarbátar hittast á Pollinum og seta segl. Stóru útróðrarbátarnir og onnur før sigla aftaná. (Foreldur við børnum sum ynskja at verða við umborð tá sluppirnar koma inn eftir vánni kunnu melda til í deildini hjá EIK í Klaksvík. Tey verða avheintaði av Ziska/Sildberanum kl. 08:30 á langu-kaj)

Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggj innast í krókinum við langu-kaj. Jóhanna TG 326, Westward Ho, Norðlýsið, Dragin, Torshavn og aðrir motorbátar.


11.00 – 17.00

UMBORÐ Á JÓHANNU verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir, hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføring, – vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggj lodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir – hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin – upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður.


Serligt tiltak umborð á træseglskipunum

Spurnakapping fyri børn við vinningi og almenningurin hevur høvi at vitja umborð.

Kl. 15:00 Drigið verður um vinning til barn á stórapalli.


Hans á Bakka vitjar Sjómannadagin

Nýggja skipið hjá Bakkafrost stevnir inn á Klaksvíkina í kjalarvørrinum á Træseglskipunum og leggur at bryggju kl. 10:00 við Bakkafrost Harvest.

Frá kl. 11:00 til 16:00 Opið fyri vitjandi á nýggja brunnskipinum “Hans á Bakka”

Skipið telist millum heimsins mest framkomnu á sínum øki og kann føra 450 tons av livandi fiski. Skipið hevur nýggjastu tøkni og serliga útgerð at loysa uppgávur – t.d. avlúsing. Við hesum brunnskipinum økja vit um effektivitetin. Flutnings- og framleiðsluorkan økist og samstundis minkar lívfrøðiligi váðin. Fiskavælferðin, arbeiðsumhvørvið og góðskan á vøruni verður betri.

Umborð bjóðar Bakkafrost brellbitar við føroyskum laksi, ið er ein av heimsins sunnastu og mest vælsmakkandi. Manningin á “Hans á Bakka” greiðir áhugaðum frá skipinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

10.30

Merkið vundið á stong

Manningin sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, í ár manningin á íslendska deksbátinum HÚNI II, gongur í tigandi skrúðgongu við Merkinum millum sín.

Undir leiðslu av Klaksvíkar Hornorkestri verður tjóðsangurin sungin og Merkið vundið í húnar hátt.

Eftir tjóðsangin bjóðar Føroya Sjómannadagur til

Stórt kaffiborðið.

kl. 10.45

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag.

Klaksvíkar Hornorkestur spælir trý løg

Steypa handan til bestu skip og bátar í Føroyum.

Formaðurin í løgtingsins vinnunevnd, Alfred Olsen, handar heiðurstekin.

Heiðursmerki handaði til vinnara av fiskikapping.

kl. 12.00

70 ár síðan seinri heimsbardagi endaði

Verður serlig løta í samband við at 70 ár eru liðin síðan Seinri Heimsbardagi endaði.

Uni Næs, dómpróstur, flytur fram røðu og nøvnini á teimum sum fórust við føroyskum skipum undir Seinra Heimsbardaga verða lisin upp.

Sangarar úr Tjørnuvík syngja KINGO.

Kl. 13.00

FM í langróðri 8,5 km

Róðrarsamband Føroya skipar fyri kappróðri fyri 6 mannafør og fimm mannafør.

Byrjað verður frá málinum niðanfyri Krivjing og ró verður til byrgingina í Haraldsundi og aftur til málið. Bátarnir eru vantandi aftur á málinum umleið kl. 14.00

Tekning hjá rsf@olivant.fo

Kl. 13.15

Skera upp grind

Grindamanna Felagið vísir hvussu hvalir verða skornir upp.

Frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum og enskum.

Kl. 13.30 – 16.00

FØROYA STØRSTA OG ÁTILIGASTA FISKABUFFE

VIÐ ØLLUM GÓÐUM ÚR HAVINUM

Stór ókeypis FISKA-Buffe.

Makrelur – svartkalvi – sild – havtaska – toskur – hýsa – kalvi – rækjur – laksur – fiskasúpan – rækjur – skrubbur – grind/spik – eplir & grønt …. OG ANNAÐ MANGT.

Menn hagreiða fisk og flekja.

Tari – grønmeti úr sjóvnum.

Á Sjómannadegnum hevur tú møguleika fyri at sansa smakkin av tara og læra, hvussu lættliga tú kanst brúka grønmeti í sjónum í matgerðini.

Húsarhaldsskúli Føroya saman við Leif Sørensen bjóða spennandi smakki royndir við Tara

ALT FØROYSKT OG ALT ÓKEYPIS.

14.30

skipar Klaksvíkar Dansifelag eina vísu á bryggjuni.

Kl. 15:00

Bókaframløga.

Bókin ”Kjølbro, lív og virki” verður løgd fram í Ósáskúlanum. Óli Jacobsen hevur skrivað, Sonja Kjølbro hevur sniðgivið og sett upp, og abbasynir Kjølbro geva út. Høvi verður at keypa bókina fyri serprís og at fáa hana signeraða.

Kl. 15.45

Fletta kúgv

Neytakjøt er nógv eftirspurt eisini umborð á skipum, men fyri at fáa kjøt á grillina má kúgv/tarvur flettast. Frásøgumaður greiður frá meðan kúgv verður flett.


SKRÁ FYRI STÓRA PALL leygardagin 22. august

Kl. 13.00

Føroyameistarakapping – Trolbøting

Kl. 13.30

SkipalistaQuizzin.

Kl. 14.30

Togtogan millum skipsmanningar

Tilmelding við vøllin 8 persónar pr. lið.

Sjóverjuskipið TRITON hevur melda tvey lið til.

Kl. 15:00

Træseglskipini – Drigið verður um vinning (fyri børn)

Kl. 15: 45

Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða. Kappingin er fyri pør

Kl. 16.15

Bubu framførir á stóra palli saman við Bassa, Karlo, Ludda & vinum

kl. 16.45

Føroyameistarakapping – Kasta fanglínu

Kappingin er fyri kvinnur og menn

Kl. 17.00

Føroyameistarakapping – Halda dregg

Kl. 17.15

Pipar og Salt vitjað Føroya Sjómannadag

Jákup Wejhe og Sjúrður Skaale undirhalda á Stórapalli

kl. 17.45

Føroyameistarakapping – Sjómannstak

kl. 18.15

Føroyameistarakapping – Agnskering

Kl. 18.30

Føroyameistarakapping í Egning

Tá egnikappingin er liðug (umleið kl. 19.00) 

skipað Hans Hjalti Skaale og fleiri fyri felagssangi við sjómanssvísum á stóra pallinum

Kl. 22.00 – 02.00

STÓR ÓKEYPIS ÚTIKONSERT Á STÓRA PALLI Í KLAKSVÍKSGARÐINUM

Bólkar frá Dávavirkinum skipað fyri

Karla Hansen”.

Karla Hansen spælir akustiskar pop sangir. Rói Leiti Poulsen, Kristian Danbjørg Heinesen og Oddur Joensen spæla undir .

Avilda Mørkøre Trio,

v/ Avildu Mørkøre, Jón Mørkøre og Jógvan Fróðin Baldvinsson – Alvilda mørkøre : Sang Jógvan Fródi Baldvinsson : Bass Jón Mørkøre : Guitar Bólkurin kemur at spæla egin løg og okkurt cover lag , sum tey seta sín dám á .

“QUARTER TO THREE.

Bólkurin Quarter To Three spælir lættan popptónleik, har teir eisini blanda aðrar tónleikastílir – eitt nú bossanova – inn í løgini. Fleiri av sangunum hjá teimum hava verið hitt seinastu árini – eitt nú sangirnir Eg Vildi Bara, The Stage, Liv og Lær og Saman Við Tær. Quarter To Three er mannaður við royndum tónleikarum úr Klaksvík. Petur Hans Niclasen og Magni Husgaard, sum vóru partur av væl umtókta 90’ara bólkinum Aria, spæla saman við Dánjali Kjærbo, Jógvan Fróða Baldvinsson og Jens Paula Joensen.”

Danny & the Veetos. Danny

og hansara fólk spæla frískan popp. Fyrr í ár góvu teir eitt frískligt summarlag út.

InParallel við Michael Mikkelsen of.

InParallel spælur harðan Metal’utan Pop tónleik, bólkurin byrjadi seint í 2014. InParallel er mannaður av Sigrid Eysturdal Justesen, Dávid Reinert Petersen, Nikolai Sigurdson, Tordur Hansen og Micheal Mikkelsen.

DJ-X – sum er Jóan Magnus Magnusson,

kemur at spæla tónleik av fløgu áðrenn, ímillum og evt. aftaná framførslurnar.


FRAMSÝNINGAR o.a. leygardagin 22. august

Kl. 16.30

Føroyameistarakapping – køkukapping

Kakurnar kunnu latast inn í stóra telt niðanfyri INN ímillum kl 15 og í seinasta lagi kl. 15.45

Kakukappingin byrjar við at tríggir bakarar í Klaksvík døma kakurnar og geva stig sum telja ávikavist 30, 20 og 10 atkvøður. Síðani sleppur fjøldin til at smakka og at geva eina atkvøðu í part. Síðani verða atkvøðurnar taldar og vinnarin funnin.

Nr. 1, 2 og 3 fáa medalju umframt ein flottan vinning.

Kl. 15.00, 16.00 og 17.00

Verður Sjónám karmur um áhugaverdar framsýningar ella ”upplivingar” sum verða kl. 15, kl. 16 og kl. 17:

Pallurin rundan um hylin letur upp fyri almenninginum. Frásøgumaður sigur frá undir framsýningini.

1. Sýna fram verkligt brúk av bjargingarvestum og draktum.

2. Sýna fram persón ílatnan drakt og vest í hylinum.

3. Venda gummibjargingarbáti á rættkjøl og sýna hvussu ein persónur kemur upp í bátin.

4. Sýna verkligar mannagongdir við HUET-simulator í sambandi við neyðlending við tyrlu á sjónum.

Omanfyri nevndu skrá verður sýnd samanhangandi tríggjar ferðir.

Kl. 11:00 til 16:00

Opið fyri vitjandi á nýggja brunnskipinum “Hans á Bakka”

Nýggja skipið hjá Bakkafrost stevnir inn á Klaksvíkina kl. 10:00 og leggur at bryggjuni við Bakkafrost Harvest.

Skipið telist millum heimsins mest framkomnu á sínum øki og kann føra 450 tons av livandi fiski. Skipið hevur nýggjastu tøkni og serliga útgerð at loysa uppgávur – t.d. avlúsing. Við hesum brunnskipinum økja vit um effektivitetin. Flutnings- og framleiðsluorkan økist og samstundis minkar lívfrøðiligi váðin. Fiskavælferðin, arbeiðsumhvørvið og góðskan á vøruni verður betri.

Umborð bjóðar Bakkafrost brellbitar við føroyskum laksi, ið er ein av heimsins sunnasti og mest vælsmakkandi. Manningin á “Hans á Bakka” greiðir áhugaðum frá skipinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

kl. 13.00 – 17.00

Opið Skip umborð á sjóverjuskipinum HDMS Triton.

kl. 13.00 – 17.00

Opið skip umborð á Brimli. Farið verður umborð á MOB bátar við Langu kaj og siglt til Brimil har manningin bjóðar heitar vaflur og Kakao.

Kl. 11.00 – 17.00

TRÆSEGLSKIPINI

Skipini eru opin allan dagin opin allan dagin.

UMBORÐ Á JÓHANNU verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir, hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføring, – vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggj lodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir – hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin – upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður.

kl. 13.00 – 15.00

Serligt tiltak umborð á træseglskipunum

Spurnakapping fyri børn við vinningi og almenningurin hevur høvi at vitja umborð.

Kl. 15:00 Drigið verður um vinning til barn á stórapalli.

kl. 11.00 – 18.00

Gamal íslendskur deksbátur vitjar Føroya Sjómannadag

HÚNI II, sum er 130 tons deksbátur, bygdur úr eik á skipasmiðjuni KEA á Akureyri árið 1963, hann var útgjørdur til fiskarí í 30 ár og legði hann uppá land hesi árini umleið 32.000 tons. Árið 1994 bleiv hann tikin úr skipaskrásetingini og var planurin at brenna hann á nýggjársbálinum, men longu árið eftir var hann aftur í skipaskránni og er tað eitt áhugafelag á Akureyri sum drívur bátin.

kl. 13:00 – 17.00

Kaptain Gardar & Stampi skipa fyri SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR .

Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur sum Sjórænarar.

Øll sum klára royndirnar fáa eitt diplom frá Kaptain Gardar & Stampi.

kl. 11.00 – 18.00

Serútgjørdur bátur sum ger 3D skanningar í samband við botnkanningar fyri Landsverk liggur við bryggjyna, og hevur framsýning av botnkortum í stóra tjaldinum

Kl. 11-00 – 18.00

Havrógvarin Livar Nysted, sýnir fram Avalon sum Livar saman við øðrum fyri kortum førdi við ár í hendi úr Skotlandi til Føroyar.

Kl. 10.00 – 18.00

Listaframsýningar lata upp í Klaksvíksgarðinum.

Lydia Petersen, hevur listaframsýning í Spaniastovu.

Magna Auðunsson, sýnir fram málningar í Spaniastovu.

Edward Fuglø sýnir fram málningar í atelierinum úti í gomlu Klaksvíkini.

kl. 09.00 – 18.00

Framsýning av livandi fiskum og skeljadjórum á kaiini.

Kl. 10.00 – 18.00

Framsýning av gomlum motorum hjá Norðoya Motorsavnið.

Framsýning av gomlum Bensinmotorum og gomlum páhangarum frá 1932 og fram til 50ini

Vardi verkstaðurin á Brekku og virkis- og tilhaldsstaðið Gloym meg ei, sýna fram í kjallaranum hjá Berglon.

kl. 11.00-18.00

Norðoya Fornminnasavn opið

Kl. 11.00 – 18:00

Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni.

Kl. 13.00–17.00

Børn kunnu lita og spæla ymisk Bassaspøl í stóra tjaldinum.

Kl. 13.00 – 18.00.

Opið hús á Looknorth.

Gipsformurin sum Kópakonan varð stoypt eftir verður sýnd fram. Eisini eru ministatuettir av kópakonuni sum framleiddar eru á Looknorth til keyps.

Til ber at síggja hvussu framleitt verður EPS (flamingo) og hart plast.

Víst verður runt á virkinum og Looknorth bjóðar kaffi og vaflur.

Kl. 13.00 – 18.00

Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

Kl. 15.00

Framløga í Skúlanum við Ósánna av bókini ”J. F. Kjølbro” sum Óli Jacobsen hevur skrivað.

Kl. 10.00 – 20.00

Opið hús í Gamla Seglhúsinum

Listaframsýning við Zacharias Heinesen.

Framsýningin er skipað sum ein søluframsýning við 16 oljumálningaum og 10 vatnlitsmyndum. Ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin.

Listaframsýningin er opin frá kl. 10:00 til 20:00

Steintór & Mona selja livandi hummarar

til matnað í túninum niðanfyri Gamla Seglhúsið.

Hummarasølan er opin frá kl. 11:00 til 17:00

Áhugafelagið Antares skipar fyri myndaframsýning í Gamla Seglhúsinum.

kl 16.30

Sýnt verður fram myndir frá gerandisdegnum hjá føroyingum, sum starvast uttanlands. Sum nakað serligt, so ferð Gutti Winter at borðreiða við sínari vælumtøktu fiskasuppu. Eisini bjóða vit kaffi og smákøkur. Øll eru vækomin!

Hetta tiltak verður frá kl. 12:00 til 17:00

Bilasølan sýnir fram bilar, Audi, VW, MAZDA,

á parkeringsøkinum sunnanfyri Gamla Seglhúsið, og møguleiki er fyri at fáa eitt gott bila- og kaffiprát við sølumenninar. frá kl. 12:00 til 16:00

Fyrilestur og bókasøla

Í samband við at Fróðskapur hevur givið út tvey binds verkið Bót og biti. Matur og matarhald í Føroyum eftir Jóan Paula Joensen, professara á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hugleiðir rithøvundurin eitt sindur um føroyska matmentan. Møguleiki er eisini at ogna sær hetta bókaverk signera.

Hetta tiltak verður frá kl. 18:00 til 20:00

Kl. 13.00-16.00

Action á sjónum: Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin á luft pútum, sum verða hálaðar aftaná skjóttgangandi báti.

Villur túrur við speedbáti sum gongur 70 míl. …. ÓKEYPIS!!!

Kl. 13.30

Bjargingarroynd við av Tyrluni hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag.

Samstundis hevur Klaksvíkar Sløkkilið venjing við oljusperringum

Kl. 14.00 – 19.00

Silja-Star siglir frá Langu-kaj til Kópakonuna í Mikladali við ferðaleiðara.

Túrurin tekur uml. 50 min. frá tí farið verður úr Klaksvík til lagt verður at bryggju aftur í Klaksvík.

Siglt verður frá Langu-kaj kl. 14:00, kl. 15:00, kl. 17.00 og kl. 19:00!

Kl. 14.00 – 18.00

Túrur framvið Kalsoynni og Kunoynni við skjóttgangandi bát (70 míl)

Túrurin tekur uml. 90min.

Vit sigla yvir til Kópakonina, ígjøgnum holina Kalsoynni og á veg heim aftur fara vit framvið vakra Kunoyarastovuni.

Avmarka luttøka: 3 túrar við 12 fólkum hvørjaferð.

Kl. 14.00 – 19.00

Sildberin siglir frá Langu-kaj runt Vánna við frásøgumanni.

Túrurin tekur umleið hálvan tíma

kl. 13.00

FM í langróðri 8,5 km

Róðrarsamband Føroya skipar fyri kappróðri fyri 6 mannafør og fimm mannafør.

Byrjað verður frá málinum niðanfyri Krivjing og ró verður til byrgingina í Haraldsundi og aftur til málið. Bátarnir eru vantandi aftur á málinum umleið kl. 14.00

Tekning hjá rsf@olivant.fo

Kl. 13.00 – 17:00

Føroyameistarakapping – Kassastabling

Norðoya MC skipar fyri.

 Kl. 13.30 – 17.00

FM í Ripping.

FM at vinda upp á trol-nál.

Kl. 15.00

Gullvasking í stóra tjaldinum

Kl. 15.25

Svimjikapping á Vánni

Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR.

Kappast verður í bólkum: Menn, Kvinnur (25 ár og eldri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár)

Kl. 14.00 – 18.00

Sjónám hevur opið hús

Bjargingarroynd í hylinum.

Kl. 13.15

Skera upp grind

Grindamanna Felagið vísir hvussu hvalir verða skornir upp.

Frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum og enskum.


Kl. 17.00

Bassi gevur børnunum ballónir í stóra tjaldinum


SUNNUDAGIN 23. AUGUST:

Kl. 11.00

Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni.

Eftir Guðstænastuna fer Triton av Klaksvík.

Kl. 13.00 – 16.00

Norðoya Fornminnasavn er opið

Kl. 15.00

Enna Garðshorn Mikkelsen, heldur fyrilestur í avhaldshúsinum í Mikladali:

Kópakonan – søgnin, ið vit øll eiga.

Kl. 18.00

Sjómansmøti Í KFUM & K

Kl. 18.00

Møti í Emmaus