Føroyar vunnu tryggan 2-0 sigur á Andorra og liggur nú í gyltari støðu undan báðum teimum síðstu dystunum í bólkinum.
Klæmint A. Olsen skoraði bæði málini, tá Føroyar vunnu tryggan 2-0 sigur á Andorra á Tórsvølli í kvøld. Sigurin var ongantíð í vanda, men tað keðliga við dystinum var at bæði Hallur Hansson og Brandur H. Olsen fingu leikbann til útidystin móti Lettlandi. Tað kann gera, at KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, fer at fáa sín fyrsta A-landsdyst frá byrjan. Við U21-landsliðnum hava vit sæð ofta hesa síðstu tíðina, at skaðar og avboð gera, at aðrir leikarar fáa síni gjøgnumbrot.
Føroyar hava 10 stig, meðan Malta hevur 5 stig. Tveir dystir eru eftir. Føroyar spæla fyri at flyta upp í C-deildina og eina peningaupphædd á 5,6 milliónir.















































