Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppgangandi gulllaksa prísur

Jákup Ósá

Stjørnan og Polarhav landa í dag 180 tons av gulllaksi. Prísurin er betri enn í fjør.

Tá Norðlýsið spurdi seg fyri á Kósini í dag fingu vit upplýst, at fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið brúkbarur í ár. Men seinastu tíðina heldur lækari og hesaferð fingu partrolararnir Stjørnan og Polarhav ikki uppí øll 800 kørini. Teir høvdu tilsamans 180 tons av gulllaksi. Prísurin liggur um 5 kr. í miðal, sum er eitt vet betri enn í fjør.

Túrarnir hjá gulllaksa bátunum liggja vanliga um eina viku til longdar. Gulllaksa tíðin er vanliga av um hálvan september.