Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppgávan hjá Víkingi er stór

Jákup Ósá

Kanska besta liðið í Skandinavia í løtuni vitjar á Svangaskarði í kvøld, har Víkingur skapar eina stóra sensatión, um liðið megnar at fáa javnleik ella sigur.

Norska stórfelagið Rosenborg vitjar á Svangaskarði, har Víkingur tekur ímóti í fyrsta undanumfarinum í Europa League. At Rosenborg vitjar hevur sett dám á Føroyar seinastu dagarnar, tí eitt nú í Klaksvík hava fleiri Rosenborg viðhaldsfólk verið at sæð. Í fjør spældi Víkingur seg víðari til 3. undanumfar, men einki er at taka seg aftur í, at uppgávan er størri hesaferð. Helst er Rosenborg – um ikki besta – so millum tey bestu liðini í Skandinavia í løtuni. Rosenborg liggur á odda í norsku deildini við 33 stigum fyri 14 dystir og málúrtøkuna 40-14. Talan er eisini um eitt lið, ið er væl fyri júst nú og í fullari dystarvenjing, tí norska kappingin koyrir í løtuni.

Veddingarfyritøkurnar hava eisini Rosenborg sum risa stóran favoritt. Danske spil gevur pengarnar einans 1,06 ferðir aftur, um tú tippar ein sigur til Rosenborg.

Víkingur-Rosenborg spæla á Svangaskarði kl. 19.00 og Víkingur boðar frá, at tað er ókeypis atgongd.