Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upphiting í Klaksvík í kvøld

Danial Viðoy

Í kvøld verður upphiting til Summar Festivalin í Klaksvík.

Í kvøld verður upphiting til Summar Festivalin í Klaksvík.

Klokkan 15.00 seinnapartin letur nýggja tjaldbygdin á Summar Festivalinum upp, og tá kunu tjaldararnir koma inn á økið og fáa pláss. Í kvøld frá kl. 21.00 verður MIKAkvøld í stóra Tipi tjaldinum á felagsøkinum í tjaldbygdini. Har verður matsøla, spurnarkapping um Mika, og eisini verður góður tónleikur at hoyra.

Hitað verður eisini upp í Neystinum – tað er Kappróðrarneystinum á Sandinum – har opið verður frá kl. 19.00 og fram móti midnátt. Har verður góður føroyskur tónleikur at hoyra, fólk kunnu leska sær við onkrum, og frá kl. 21.00 fer Eyðun Nolsøe at spæla live.

Summar Festivalurin byrjar av álvara hósdagin, tá ið eitt av høvuðsnøvnunum, MIKA, fer at spæla á Vágsbøi.