Í morgin kl. 11.00 (hósdagin, 18. juni) verður spakin settur í verkætlanina Uppi á Fossum. Tá fer RTS, sum eisini átti lægsta tilboðið á 30,9 milliónir krónur, undir arbeiðið at gera grundøkini byggiklár.
Sostatt er klárt at fara undir arbeiðið at klárgera 91 nýggj grundøkir.
Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum er 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús.
Í fyrsta byggistiginum verða 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús, í øðrum byggistigi verða 23 grundstykkir til sethús og í triðja byggistigi 33 grundstykkir til raðhús.


