Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Uppiborið stig móti Kosovo

Jákup Ósá

Føroyingar stríddu seg til ein javnleik á Tórsvølli i kvøld.

René S. Joensen javnaði í seinna hálvleiki. Og taka vit samanum, so var javnleikurin í tráð við leikgongdina. Hesaferð sóu vit ikki tekin um, at føroyingar vóru troyttir í seinna dystinum uppá fýra dagar. Nú skulu Føroyar vinna næsta dyst, ið er á útivølli móti Aserbadjan samstundis sum Kosovo skal missa stig á útivølli móti Malta fyri at vónin um at koma víðari skal liva til síðsta umfar. Við øðrum orðum er lagnan hjá føroyingum ikki avgjørd enn.

 

Sí myndarøðir frá dystinum her og her