Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppiborin søguligur sigur í Íslandi

John William Joensen

Tað var eitt vælleikandi ungt føroyskt landslið sum vann uppiborði, fyri fyrstuferð í søguni, á einum lítið royndum íslendskum landsliði

Fyri løtu síðan vann føroyska A-landsliði 2-1 á Íslandi.

Hálvleikstøðan var 2-0 til Føroyar – sum var fult uppiborið.

Føroyska landsliði leikti sera væl, men sigast skal eisini at íslendska landsliðið var fyri størsta partin mannað av lítið og óroyndum landsliðsleikarum.

Men havast skal eisini í huga at føroyska liðið heldur ikki var fullmannað og nýggju leikararnir vístu sera góðan hugburð.

Føroyar áttu fyrra hálvleik allan sum hann var og leikarar vóru skjótir og funnu sera væl hvønn annan.

Í seinra hálvleiki trýsti Íslandi og tað eydnaðist í 89. minutti at redusera men Føroyar vunnu uppiborið.

Gunnar Nilsen í føroyska málinum hevði fleiri góðar bjargingar og vísti at hann er klárur til at taka við avbjóðingini sum landsliðsmálverji.

Suni Olsen á føroyska miðvøllinum hevði sera stóran týdning í sigrinum á íslandi.

Tillukku Føroyar