Christian Mouritsen er leikarin, ið hevur lagt upp til klárt flest mál í Effodeildini fyrstu 15 umførini í ár.
Í fjør var tað Hjalgrím Elttør, ið legði upp til flest mál í Effodeildini. Tá fekk hann 12 upplegg. 11 upplegg fingu Hans Pauli Samuelsen, Símun Samuelsen og Árni Frederiksberg.
Í ár verður talan um leikara við fleiri uppleggum, tí longu eftir 15 umførum er Christian Mouritsen farin uppum tað, ið oddamaðurin í fjør fekk. Heili 13 ferðir hevur Christian Mouritsen verið næst seinasti leikari á bóltinum, tá HB hevur skorað. Í fjør legði hann upp til 8 mál samanlagt. Annars eru allir, ið lógu í topp 4 í fjør, ímillum teir 17 leikararnar við 4 ella fleiri uppleggum.
Listin fyri uppleggum(ella “assist” sum tað kallast á enskum) sær soleiðis út fyri fyrstu 15 umførini:
13 Christian Mouritsen
10 Hjalgrím Elttør
9 Símun Samuelsen
7 Tór Ingar Akselsen
Gert Hansen
Ari Ellingsgaard
6 Páll A. Klettskarð
5 Hans Pauli Samuelsen
Høgni Madsen
4 Leivur Joensen
Arnbjørn Hansen
Finnur Justinussen
Filip Djordjevic
Jann Martin Mortensen
Árni Frederiksberg
Adeshina Lawal
Fróði Benjaminsen




