Eftir óhugnaliga eldin, ið Varðin Pelagic á Tvøroyri var fyri, hevur uppkolaða framleiðsluhølin at kalla staðið órørd síðani óhappið. Men í morgun byrjaði MTV Byggivirki í Froðba uppruddingararbeiðið.
Mortan Vang, stjóri á MTV sigur, at fyrstu maskinurnar fóru undir hetta stóra arbeiðið í morgun. Vit byrja við at rudda og klippa stál. Maskinurnar at taka betongið niður, koma helst mikudagin, so tá byrjar tað arbeiðið.
Stálið fer til Danmarkar til eina upphøggingarfyritøku, ímeðan alt annað fer til IRF har tað verður tyrvt.
Vit rokna við at verða lidnir við okkara uppruddingararbeiðið um einar tríggjar til fýra vikur, segði Mortan Vang frá MTV.
Óvist við skipunum
Bogi Jacobsen, stjórri á Varðanum Pelagic sigur, at enn eru ongar tíðarætlanir tøkar fyri nær virkið kemur aftur at virka. Í løtuni verður arbeitt við at leggja til rættis, gera tekningar og kanna prísir, so eg kann enn onki siga um nær vanligi dagurin verður aftur á virkinum, men vit arbeiða við at fáa alt í rættlag aftur.
Upp á fyrispurning okkara, um hvar skipini fara, sum áður landaðu til virkið, sigur Bogi Jacobsen, at tað visti hann ikki rættuliga. Tað er ein ávísur kapasitetur á hinum virkjunum í Føroyum, men sjálvandi møguleikar eru eisini at fara uttanlands at landa.
Um skipini hjá Varðanum hvar tey fara at leggja veiðuna upp, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Varðanum, at Varðin hevur enn ikki bundið seg til nakað ávíst virki og vit hava heldur ikki fingið áheitanir frá nøkrum, so tað liggur í óvissuni enn. Tosað hevur verið um at fáa eitt skip til Føroya til innfrystingar av veiðuni hjá skipunum, men tað sær ikki út til í løtuni, at fara at eydnast, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Varðanum. Hann sigur víðari, at í løtuni er Jupiter á svartkjaftinum, Tróndur í Gøtu er á kanningarferð við Havstovuni og Finnur Fríði ger klárt at fara undir Eysturgrønland.
Niðanfyri nakrar myndir, sum Oliver tók leygardagin:




