Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppsagnir á Postverkinum

John William Joensen

Pf. Postverk Føroya sigur 15 fólkum úr starvi 1. juli í ár, og umleið 20 fólk skulu flyta størv.

Uppsagnirnar eru liður í bygnaðarbroytingum, sum hava til endamáls at laga virksemið eftir veruleikanum á marknaðinum. Um ongar broytingar verða gjørdar nú, endar Postverkið í fíggjarligum trupulleikum, staðfestir leiðslan

15 fólk verða søgd úr starvi á P/F Postverki Føroya 1. juli í ár. Tað svarar til 13 ársverk, men harumframt fáa tvey fólk í fulltíðarstarvi tilboð um at flyta til ein KT-undirveitara, fýra starvsfólk fara frá vegna aldur í ár, og onnur hava boðað frá, at tey gevast seinni í ár. Tilsamans skal Postverkið spara 22 ársverk, og tað svarar til 10 prosent av samlaða starvsfólkakostnaðinum. 

Føroya Postfelag hevur í morgun fingið hoyringsskriv um uppsøgnirnar sambært sáttmálanum millum Postfelagið og Postverkið. Tey 15 starvsfólkini hava fingið ætlanarskriv, og tey eru frítikin frá arbeiði frá í dag. T
ey uppsøgdu fáa tilboð um førleikamenning og sálarliga hjálp, um tørvur er á tí. Postverkið vil hjálpa teimum víðari so skjótt og væl sum gjørligt.
Broytingarnar í starvsfólkahópinum eru liður í bygnaðarbroytingum, sum hava til endamáls at laga virksemið hjá Postverkinum eftir veruleikanum á marknaðinum. Umframt uppsagnirnar verða umleið 20 fólk flutt í onnur størv á Postverkinum seinni í ár, og hesum hevur Postverkið eisini boðað Postfelagnum frá. 

Um ongar broytingar verða gjørdar nú, endar Postverkið í fíggjarligum trupulleikum, staðfestir leiðslan.

Nýggjar tíðir
Postverkið hevði eina hálva millión í halli í fjør, tá fíggjarpostar ikki eru íroknaðir, og framrokningar vísa, at hallið fer at økjast munandi næstu árini, um ongar broytingar verða gjørdar.
Flestu uppsagnirnar eru innan útbering av posti, har stórar broytingar hava verið seinnu árini. Tøkniliga menningin hevur elvt til, at færri brøv verða send við postinum. Harumframt lætti postkassakunngerðin um postútberingina, tí hon ásetir, at postkassar skulu hanga soleiðis, at teir eru høgligir at koma fram at, og tískil skal Postverkið brúka minni orku til útberingina. Frí kapping er á veg innan brævaútbering í ES, og tað er sannlíkt, at Føroyar fylgja ES-londunum og tískil í næstum eisini taka av einkarrættin hjá Postverkinum at bera brøv út.
Samanumtikið er høvuðsavbjóðingin at fáa skyldistænasturnar, sum í dag geva hall, at javnviga fíggjarliga og samstundis vaksa um virksemið í fríari kapping.

Óliðiligur sáttmáli
Leiðslan í Postverkinum er av teirri áskoðan, at sáttmálin millum Postfelagið og Postverkið er ótíðarhóskandi. Tað eru ov nógvar bindingar í sáttmálanum fyri Postverkið, sum hava við sær, at tað er trupult at fáa skyldistænasturnar at hanga saman fíggjarliga. Har, sum Postverkið hinvegin sleppur at virka frælst í fríari kapping, gongur raksturin væl.
Bindingarnar eru serliga innan útberingina, har postboðini arbeiða eftir eini akkord-skipan, sum postverk í flestu londum langt síðani eru farin frá. P/F Postverk Føroya metir, at felagið sjálvt fær ov lítið burtur úr akkord-skipanini, sum postboðini halda fast um. Skipanin er við til at avlaga kappingarførið hjá Postverkinum.
Leiðslan á P/F Postverki Føroya hevur boðað Føroya Postfelag frá, at Postverkið ynskir ein nýggjan og liðiligari sáttmála, sum er hóskandi fyri eitt felag í fríari kapping. Leiðslan í Postverkinum hevur síðani síðsta heyst fleiri ferðir heitt á Postfelagið um at vera við til at fremja broytingar, sum kunnu gagna bæði limunum og Postverkinum. Men Postfelagið tykist ikki hava hug at finna loysnir saman við leiðsluni á Postverkinum, sum í vár gjørdi bæði starvsfólkunum og Postfelagnum greitt, at um eingi frávik verða gjørd í sáttmálanum millum partarnar, varð neyðugt við sparingum og uppsagnum frá 1. juli 2007.

Vinalig heilsan
Sofus Clementsen, stjóri