Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppsagnir umborð á Norrønu

John William Joensen

Fýra maskinmenn og tríggir dekkarar vóru mánadagin uppsagdir av fíggjarligum orsøkum váttar Tummas Magnussen stjóri á Smyril Line

– Vit hava arvað eitt stórt hall frá undanfarna ári og tí royna vit at tillaga raksturin av Norrønu til umstøðurnar, sigur Tummas Magnussen, stjóri á Smyril Line.
 
Fleiri útlendingar umborð
Uppsagnirnar umfata fýra maskinmenn og tríggar dekkarar og frætta vit at uppsagnirnar vóru framdar eftir starvsaldri. Hetta kundi stjórin tó einki siga um, men bara at uppsagnirnar vóru framdar í tøttum samstarvið við leiðsluna umborð á Norrønu.
Í vikuni mynstraðu 14 póllendingar við Norrønu, men stjórin vísir aftur, at tað hevur nakað við uppsagnirnar at gera.
–  Uppsagnirnar eru framdar í rakstrarmanningini á skipinum. Póllendingarnir, sum komu umborð starvast allir á hoteldeildini.
– Hesi øki hava einki við hvørt annað at gera og vit taka bert útlendingar umborð tá vit ikki kunnu finna nakran skikkaðan føroying. Vit lýsa fyrst eftir føroyingum, men tað vísir seg at vera trupult at fáa fólk til hesi størvini.

Stjórin í Smyril Line legði afturat at 10 póllendingar fóru av skipinum her fyri.