Í góðveðrinum mikudagin vóru uppsalamenn á fjall í kenningini. Hóast summarið ikki hevur verið nakað serligt, lata teir ikki so illa at vektini.
Uppsalar er ein av teim elstu býlingunum í Klaksvík og í mun til hinar býlingarnar, er meginparturin av jørðini ogn. Í Gerðum og á Biskupsstøð er alt kongsjørð ímeðan ein mørk í Vági er ogn. Á Uppsølum harafturímóti eru burturav 15½ mørk, tvey festi, tey eru Stovugarðurin og Heimistovufestið, tað fyrra tvær merkur og tað seinna 2½ mørk, restin er kenning.
Ein partur av haganum er feli, størra gongan í felagnum er gongan í Syðrulíð og hin er Keldurnar. Heimasti parturin av haganum er kenning og verður hesin parturin róptur fyri Heiman, í kenningini ganga tvey bein uppá gyllina.
Áseyðatalið í syðrulíð er um 112 áseyðir, Keldurnar 70.
Nógvar søgur eru sjálvsagt knýttar at fjallgongu og í so máta eru Uppsalar onki undantak.
Sagt verður frá lítlari søgu um Keldurnar, tá gamalur maður spurdi røktingarmannin hvussu nógv var komið í rættina. Um tað tíðina hildu menn at 67 áseyðir vóru hóskandi fyri tann hagapartin.
Røktingarmaðurin svaraði at 70 seyðir komu í rætt. Aftursvarið kom beinanvegin: "Far yvir at tak tríggjar, tí teir fara at forkoma restini í vegur.
Hetta var ein lítil søga um, hvussu nærlagdir teir gomlu vóru, tá talan var ú áseyð.
Hildnast væl
Tað sum vit hava frætt um fletting úr Uppsalahaga higartil er, at teir eru nøgdir við vektina, hóast summarið ikki hevur verið av teim bestu. Árið verður ikki av teim bestu nakrantíð, men miðalvektin er omanfyri miðal.




