Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot frá Tjóðveldi um eftirmeting

Oliver Joensen

Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta serfrøðingabólk at eftirmeta broytingarnar í vallógini frá sjey og til eitt valdømi.

Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta serfrøðingabólk at eftirmeta broytingarnar í vallógini frá sjey og til eitt valdømi. Bólkurin skal skriva álit, sum landsstýrið skal leggja fyri løgtingið at hava aðalorðaskifti um.

Viðmerkingar:

19. januar 2008 var fyrsta løgtingsvalið, eftir at vallógin 1. november 2007 var broytt soleiðis, at landið varð skipað í eitt valdømi í staðin fyri tey sjey, sum tað frammanundan varð skipað í.

Tað er synd at siga, at broytingin frá sjey valdømum og til eitt valdømi var grundað í nágreiniligari serfrøðingaviðgerð og politiskari viðgerð. Løgtingið samtykti uppskotið uttan at tað yvirhøvur hevði verið nøkur serfrøðingaviðgerð, og uttan at tingið harvið hevði fingið spurningin lýstan uttan fyri løgtingið. Undir stuttu viðgerðin í løgtinginum ávaraðu tey, ið verða roknaði sum serfrøðingar á økinum, staðiliga ímóti, at broytingin varð gjørd, og víst varð á, at um ætlanin varð at broyta aldargamla býtið av landinum í sjey valdømir, so átti spurningurin fyrst at verið allýstur.

Orsøkin til, at tingið samtykti broytingina frá sjey og til eitt valdømi, var fyrst og fremst, at tað varð roknað við, at hetta fór at bera við sær, at hugburðurin og arbeiðslagið í tinginum fóru at broytast, tá ið tey, sum vórðu vald á ting, høvdu verið vigað av veljarunum kring alt landið. Roknað varð við, at nú fóru lokalpolitisku atlitini, sum tingið varð sagt at liggja undir fyri, at hvørva, og at tingið nú fór at arbeiða meiri yvirskipað.

Tað eru nú meiri enn trettan mánaðir síðani, at fyrsta løgtingið varð valt sambært nýggju vallógini, og um val ikki verður útskrivað at vera í ótíð, so eru tað knappliga trý ár, inntil løgtingsval verður aftur.

Tá ið talan er um so stóra og grundleggjandi broyting í karmunum kring føroyska fólkaræðið ella í føroyska fólkaræðinum, sum tað var at fara frá sjey og til eitt valdømi, so er tað ikki meiri enn rímuligt, at tingið fær loyvi til at eftirmeta broytingina. Og skal tað gerast í hesum valskeiðnum, so eigur at verða farið til verka nú beinanvegin. Tí eigur landsstýrið at skipa soleiðis fyri, at serfrøðingabólkur verður settur nú beinanvegin, og at bólkurin verður liðugur við álitið um eitt hálvt ár. Tingið fer so at hava møguleika at hava aðalorðaskifti um málið næsta vetur. Um tað tá fer at vísa seg, at tingið fer at hava øðrvísi fatan av spurninginum um uppbýtið av landinum í eitt ella fleiri valdømi, enn tingið hevði 1. november 2007, so verður tað góð tíð hjá landsstýrinum at arbeiða við uppskoti til broytingar í vallógini at leggja fyri tingið at taka støðu til, áðrenn valskeiðið verður so nógv runnið, at tað verður komið til uppstilling og val.

Royndirnar hetta stóra árið, sum er liðið, síðani fyrsta tingið varð valt í einum valdømi, hava neyvan sannført tingið og almenningin um, at hugburðurin og arbeiðslagið eru broytt soleiðis, at tað nú verður arbeitt meiri yvirskipað og minni lokalpolitiskt. Heldur hevur tað verið tvørturímóti. Fyrsta samgongan eftir broytingina skrædnaði eftir hálvum ári ikki minst orsaka av lokalpolitiskum spurningum, og síðani samgongan, sum nú situr, varð skipað í september 2008, hevur atgerðarloysið verið stórt, millum annað orsaka av ósemjum um lokalpolitiskar spurningar. Sjálvt landsstýrisfólkini eru farin at hátta sær sum limirnir í gomlu vega- og havnanevndini hjá løgtinginum. Kjølfestan í politisku flokkunum vísir seg framvegis at vera lítil og heldur minkandi enn vaksandi, og eftir at kjølfestan, sum gomlu valdømini hóast alt vístu seg at vera sammett við nú einstøku politikararnir dag og dagliga eru í stríði fyri at markera lokalpolitiskar spurningar og mál kring alt landið, kann tað væl vera, at fyritreytirnar fyri løgtingsarbeiðnum eru verri, enn tær vóru frammanundan broytingini.

Undir øllum umstøðum eigur tað at vera rætt, at tingið fær loyvi at eftirmeta, hvørja ávirkan og avleiðingar stóra broytingin í vallógini hevur havt. Tí er tað, at uppskotið til samtyktar um at áleggja landsstýrinum at seta serfrøðinganevnd at útgreina spurningin, sum síðani skal leggjast fyri tingið at viðgera, hervið verður lagt fram.

Á Føroya Løgtingi, 27. februar 2009

Tórbjørn Jacobsen