Myndarøð av FSF aðalfundinum.
NSÍ ynskti at fáa meira spælitíð í 1.deild til eykaleikarar hjá Effoliðunum, men hetta fekk ikki undirtøku fyri tí á FSF aðalfundinum.
FSF heldur aðalfund í løtuni og til fundin hava nøkur uppskot verið. M.a. bleiv uppskotið hjá NSÍ samtykt um, at tað nú verður loyvt at 7 útskiftarar og 7 hjálparfólk – ella tilsamans 14 ymisk fólk – á bonkinum til dystir. Men eitt annað uppskot hjá NSÍ fall. Tað gekk út uppá, at 1.deildarliðini hjá teimum, sum spæla í Effodeildini, skuldu spæla aftaná Effodystirnar hvørt vikuskiftið. NSÍ vísti á, at tað var brúk fyri at eykaleikarar fáa meira spælitíð, tí annars kunnu fleiri leikarar, sum í kappingarárinum í fjør, at spæla ov fáar dystir. Men kappingarnevndin ynskti ikki at hetta bleiv samtykt enn, tí í løtuni verður nýggjur leistur fyri fótbóltin lagdur og komandi heyst verður alt meira endaligt. Tí vildi kappingarnevndin hava, at hetta kom fyri á aðalfundinum næsta ár, tá man hevði eina meira endaliga ætlan klára fyri allan fótbóltin. Øll feløgini uttan NSÍ tóku undir við kappingarnevndini. Tí fall hetta uppskotið hjá NSÍ.




