Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot til “Ársins Rósa”

John William Joensen

Aftur i ár verður “Ársins Rósa” kosin og í samband við hetta kunnu uppskot sendast til Norðlýsið

Í nevndini, sum fyriskipar “Ársins Rósa”, sita borgarstjórin, Niclas Heri Jákupsson og Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum.

Endamál
Vit fara við hesum at heita á borgarar í Norðoyggjum um at senda okkum uppskot um evnið til hendan heiður “Ársins Rósa” er ætlað sum eitt herðaklapp til ein persón, sum hevur víst serligt hjálpsemi, samfelagssinni ella, sum á annan hátt hevur verið fólki og samfelagi at serligum gagni.

Fyrstu ferð Ársins Rósa varð handað greiddi borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, soleiðis frá endamálinum:

" Um jólahøgtíðina síggja vit ymiskt, ið verður gjørt sjálvboðið, og mong eru tey, sum á ymsum økjum taka hond í.
Vit gleðast um tað, og nógv av hesum sæst ógvuliga væl.

Men tað eru eisini menniskju okkara millum – eisini her í lokalsamfelagnum – sum í dagligdegnum árið runt veita ymiskar tænastur til teirra, sum hava tørv fyri neyðini.

Vit síggja tey ikki frammi í fjølmiðlum, men tey gera sín gerning trúføst, stillisliga og uttan at gera nakra háva burtur úr sær sjálvum – ja, nógv verður gjørt í tí dulda fyri almenninginum, og í fleiri førum eru tað bert tey, ið fáa teirra hjálp, sum vita, hvørji hesi hjálpsomu eru……"

Uppskot
Nøvn á viðkomandi persónum skulu sendast til “Ársins Rósa” við telduposti (nordpres@post.olivant.fo).
Í uppskotinum skal stutt frágreiðing fylgja við, hví ein heldur at persónur, ið verður skotin upp skal hava hendan heiður.

Av tí at dagurin har Ársins Rósa verður almannakunngjørd ikki enn er fastlagdur, seta vit ikki enn evstamark á fyri uppskotum, men tað ræður um at vera í fyrra lagið, um ein skal vera vissur í at fáa síni uppskot við í metingina.

Vónandi fáa vit nógv hugskot, tí tey eru ikki so fá í samfelagnum, ið hava eitt herðaklapp uppiborið.

——

Tey sum áður hava vunnið ársins rósu eru:

Karl Josephsen

Absalon Matras

Sigrun Juul Samuelsen