Undir viðgerini á fíggjarætlanini á býráðsfundinum týskvøldi, komu Rani Nolsøe og Kristian Eli Zachariasen við uppskotið um at hækka kommuskattin
Fyrst skotu Rani og Kristian Eli upp at hækka skattaprosentið eitt prosent, men tað fekk bar tvær atkvøður fyri, sjey ímóti og tveir atkvøddu ikki
Broytingaruppskot frá Rana og Kristian Eli um at hækka kommunuskattin við einum hálvum prosenti fekk størri undirtøku.
Tá atkvøddu Kristian Fr. Olsen og Torleif Sigurðsson fyri uppskotinum saman við uppskotstillarunum, men sjey býráðslimir atkvøddu ímóti.
Kommuskattaprosenti er tí framvegis óbroytt nevnuliga 20,75.




