Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot um nýval klárt at leggja fyri tingið

John William Joensen

Samgongufundur er ásettur kl. 9 í morgun og sum Norðlýsið skilir kann endin verða at uppskot um nýval verður lagt fyri tingið

Fólkaflokkurin og aðrir partar av samgonguni hava í morgun noytt løgmann at kallað samgonguna saman – og tað verður gjørt hóast fleiri samgongulimir eru í útnorðurráðnum. 

Tað hevur tikið løgmanni sera drúgva tíð at fáa ásett ein samgongufund tí løgmaður og løgtingsformaðurin hava roynt at hildið uppskotið um broytingar í vallógini uttan fyri samgonguna – hetta hóast tað beinleiðis er nevnt í samgonguskjalinum.
 
Tað var ikki fyrr enn 10 samgongulimir kravdu at fáa fund um málið, at løgmaður setti samgonguni stevnu – sum verður nú kl. 9 í morgun. 

Seinastu orðini í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin eru hesi:  – Vallógin verður endurskoðað!
 
Arbeitt hevur verið við einum uppskotið, sum broytir verandi valskipan, men tað fekk ikki neyðugu undirtøkuna í samgonguni. 

Spuringinurin er tí um ikki ein neyðsemja í samgonguni verður júst at fáa uppskotið hjá Jakup Vestergaard niðan í tingið.

Uppskot um nýval
Eitt er tó klárt – tað er at tvíhalda løgmaður og løgtingsformaðurin um uppskotið hjá løgtingsformanninum – so verður uppskot um nýval lagt fyri løgtingið.
 
Sum Norðlýsið skilir so stuðla 10 samgongulimir einum uppskotið um nýval og tá andstøðan ferð eftir ferð hevur heitt á løgmann um at útskrivað nýval – er rættiliga sannlíkt at undirtøka er í tinginum fyri uppskotinum. 

So er spurningurin um uppskotið verður lagt fram, sum eitt misálit á løgmann – men líkamikið hvussu tað sær út kann tað neyvan tulkast sum annað enn eitt misálit á løgmann, sum jú er samgonguleiðari.