”Uppskotið um áseting av fiskidøgum eigur bara at snúgva um fiskidagar. Vit eiga ikki at draga onnur mál uppí hetta uppskotið.” Tað segði Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, undir orðaskiftinum í Løgtinginum í dag um fiskidagar fyri komandi fiskiár.
Bjørn Kalsø vísti á, at í fyriliggjandi uppskoti eru aðrir spurningar tiknir við. Millum annað verður býtið millum húk og trol broytt og stýringin av fiskiskapi á ávikavist innaru og ytru leið verður eisini broytt.
Viðvíkjandi royndini hjá formanninum í Vinnunevndini at finna breiða semju segði Bjørn Kalsø, at tær samráðingarnar hava verið við formenninar í flokkunum, uttanum limirnar í Vinnunevndini. Hann segði seg tó einki hava ímóti breiðum semjum.
Viðvíkjandi sokallaða ”buffaranum”, sum skal gera tað møguligt at útluta dagar aftur, segði Bjørn Kalsø, at eingin at teimum sum vóru innkallað í Vinnunevndina hevði tikið undir við eini slíkari skipan.




