Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskotið um fyrisiting av sjófeingi

Absalon í Buð

Loksins kom so 120 síðu drúgva uppskotið á borðið. Í politiskum søguligum høpi er støðan hon, at stórmál fáa stutta (ella onga) viðgerð. Tey verða skrumbla ígjøgnum. Samstundis fáa smámál langa drúgva viðgerð og kanna í høvd og reyv, nevndir settar ”her og der og allevegne”.

Loksins kom so 120 síðu drúgva uppskotið á borðið. Í politiskum søguligum høpi er støðan hon, at stórmál fáa stutta (ella onga) viðgerð. Tey verða skrumbla ígjøgnum. Samstundis fáa smámál langa drúgva viðgerð og kanna í høvd og reyv, nevndir settar ”her og der og allevegne”.

Úrslitini av hesum hava víst seg at hava havt óbótaligan skaða fyri mong samfeløg – íð ofta hava tikið ár (ártíggjur) at fingið á beint aftur.

Hetta mál skal við eini fungerandi millumtinganevnd avgreiðast eftir 3-4 vikum??

Tí henda ávaring.

Hugsið tykkum um. Uppskotið leggur upp til, at fiskimálaráðið skal gera einar 100 kunngerðir, ið skulu stýra løgtingslógini, tá hon fer at virka.

Eingin hevur enn sæð so frægt sum eina ”skabelón” av nakrari kunngerð.

Løgið um niðurstøðan hjá onkrum, íð trýsti á grøna knøttin, ikki verður ”Hatta var ikki tað, eg helt og meinti”

Prosent um antitrust og onnur hámørk fúka um oyruni. Alt skal gerast upp í ”toskajavningarvirðum”.

Hevur nakar sæð nøkur tøl fyri ”toskajavningarvirðir”???

Hvussu nógv ”toskajavningarvirðir” hava ymisku feløgini og reiðaríðini??

Hvør liggur yvir og hvør liggur undir markið???

Hvørji feløg liggja yvir ella undir markinum, tá hugt verður eftir ognarskaranum, saman við nærmastu beinleiðis ella óbeinleiðis??

Hvussu kann hugsast at kunngerðin fer at síggja út, sum avgerð nær kvota verður seld, sum 1.ára, 3.ára ella 8. ára loyvir????

Her nevnt nøkur heilt fá av teimum mongu evnunum, íð eingin hevur ”skræpuna” av nú uppskotið liggur til viðgerðar.

Vit kunnu verða samd um, at vit hava bíðað alt ov leingi eftir nýggjari fiskivinnuskipan. Alt tað politiska systemið hevur ábyrgdina av tí.

MEN TAÐ RÆTTVÍSGERÐ IKKI – at vit ikki royna at loysa málið á skilagóðan ábyrgdarfullan hátt.

Tí hesi ráð.

Latið uppskotið drukna í hesi tingsetuni. Leggið tað framaftur á Ólavsøku. Viðgerði tað í komandi tingsetu. Koma tit í tíðarneyð longi so verandi lóg nakrar mánar.

Vinarliga
Absalon í Buð