Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppsøgnin av Mildrid á Lógv sett úr gildi

Jóhann Lützen

Almanna- og Mentamálaráðið hevur ógildað uppsøgnina av Mildrid á Lógv, leiðara á Skálagarði, og hevur álagt Almannaverkinum at taka málið upp til nýggja viðgerð.

 

 

Stutt fyri jól var Almanna- og Mentamálaráðið liðugt at viðgera kæruna um uppsøgnina av Mildrið á Lógv. Hon varð søgd úr starvi 1. mai. Málið bleiv kært, og nú er uppsøgnin so ógildað, visti Dagur og vika at siga í kvøld.

Víðari varð sagt, at Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, nú fer at seta seg í samband við Almanna- og Mentamálaráðið at vita, hvussu farast skal fram. Sostatt er seinasta orðið ikki sagt í málinum.

Harleyfacadeacryl