Harley
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: Dundalk FC-KÍ

Jákup Ósá

Í kvøld skal eitt føroyskt lið fyri fyrstu ferð spæla ein Play-off dyst um at koma í bólkaspælið í Europa League.

Tað verður á Aviva leikvøllinum í Dublin, at KÍ í kvøld skal møta meistarunum í Írlandi um at koma í bólkaspælið í Europa League. Hjá KÍ eru allir leikarar tøkir hóast fleiri hava havt snuddir seinastu tíðina. Hjá Dundalk hevur liðskiparin Chris Shields leikbann.

Dysturin í Dublin byrjar kl. 19.30 og verður vístur í Kringvarpinum. Dómari verður Maurizio Mariani. Í Klaksvík samlast KÍ-áskoðarar við Djúpumýrar at hyggja á stórskíggja.