Eingin kavi er í Runavík og tí verður dysturin helst spældurí dag millum NSÍ og KÍ.
Eingin kavi er á vøllinum í Runavík og vindurin uppá 12-13m/s er neyvan nóg nógvur til at kunna útseta dystin. Eisini ljóðar frá kulda umfrostmarkið. Men í løtuni bendur mest á, at dysturin verður leiktur.
Hjá KÍ eru allir mans tøkir og hópurin er júst tann sami sumseinast. Tað vera neyvan stóru broytingarnar í uppstillingini. Hjá NSÍ hava vitikki frætt um nakað fráfall og tí bendur alt á, at m.a. Pól JóhannusJustinussen, ið hevur royndarvant í Íslandi, verður í miðverjuni saman viðJónhard Frederiksberg.
Páll Augustinissen dømir dystin, ið byrjar kl. 15.00.




