Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-B68

Jákup Ósá

Í kvøld fær KÍ vitjan av B68.

KÍ vann seinast ein týðandi sigur á Víkingi, men enn er ikki gongd komin á málskjótingina hjá greipuvinnarunum. B68 spældi ein góðan dyst móti NSÍ seinast, men er eisini liðið í deildini, sum hevur latið flest mál inn.

Hjá KÍ er René S. Joensen framvegis skaddur, meðan Odmar Færø er tøkur aftur. Oussama Ali og Hallur Hansson eru ivasamir. B68 hevði nærum fullan hóp tøkan seinast móti NSÍ.

Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 18.30. Dómari verður Dagfinn Forná.