Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptakt: KÍ betri mannaðir í kvøld

Jákup Ósá

Grannauppgerð Norðoyastevnuaftan: Hjalgrím Elttør og Atli Danielsen eru við aftur í hópinum hjá KÍ, sum í kvøld tekur ímóti Víkingi í Norðoyastevnu.

Seinast var KÍ sera skert, tá HB vitjaði í Klaksvík. Tá sótu Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen, Atli Danielsen, Henry Heinesen og Hjalgrím Elttør uttanfyri av ymiskum orsøkum. Hesaferð eru Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør tøkir aftur, meðan Tórur Justesen hevur leikbann. Jonas Flindt Rasmussen og Henry Heinesen eru framvegis skaddir.

Hjá Víkingi eru sum skilst allir mans tøkir. Víkingur liggur undan dystinum á 5. plássi, meðan KÍ liggur á 6. plássi. Við tað at hini liðini ikki spæla fyrr enn sunnudagin, so merkir hetta, at vinnarin kemur upp á 3. pláss í kvøld. Dystirnir millum hesi liðini plaga at borga fyri stórum undirhaldi og í stevnudystinum í kvøld fáa teir væntandi mongu áskoðararnir nógv fyri pengarnar, nú bæði liðini hava harðliga brúk fyri sigrinum.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.00 í kvøld.