Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Ferencváros

Jákup Ósá

Í kvøld verður Champions League dystur í Klaksvík, har KÍ møtir besta liðnum, ið hevur vitjað KÍ.

Einasta liðið, sum er á sama stigi áleið er Young Boys, sum KÍ møtti í 2020, men Young Boys spældi ongantíð í Føroyum, tí korona var. Ferencváros vann sín Evropa League bólk farna kappingarár.

Hjá KÍ hevur Odmar Færø leikbann. Markus O. Pettersen er ivasamur, meðan Páll A. Klettskarð, Óli Ey. Poulsen og Jonn Johannessen eru skaddir.

Dysturin við Djúpumýrar byrjar kl. 19.45. Dómari verður Juri Frischer úr Estlandi, meðan Clay Ruperti úr Hollandi verður VAR-dómari.