Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptakt: TB/FC Suðuroy/Royn-KÍ

Jákup Ósá

Bæði liðini hava enn nógv at spæla fyri.

TB/FC Suðuroy/Royn vann í Sarpugerði móti Víkingi seinast, og tann sigurin gjørdi, at suðuroyingar komu uppá 28 stig, 6 fleiri enn 07 Vestur á 9. plássi. Enn er ógreitt, um næstaftasta liðið flytur niður úr Effodeildini. Tí skal nógv ganga galið seinastu trý umførini, um suðuroyingar skulu flyta niður. KÍ liggur á 2. plássi, fýra stig aftanfyri oddaliðið Víking. B36 liggur eitt stig aftanfyri, og júst B36 og KÍ møtast í næstseinasta umfarinum í tí, sum kann vísa seg at blíva dysturin um 2. plássið í ár. Dystirnir millum TB og seinni TB/FC Suðuroy/Royn móti KÍ við Stórá plaga at vera javnir og spennandi, og tað verður hesin mest sannlíkt eisini. Fyrr í ár vann KÍ 2-1 í einum spennandi dysti, sum ikki bleiv avgjørdur fyrr enn móti endanum.

Hjá TB/FC Suðuroy/Royn fór liðskiparin Rógvi Joensen av vøllinum í fyrra hálvleiki seinast, og so er spurningurin, um hann verður tøkur hesaferð. Hjá KÍ eru flest allir mans tøkir av teimum, sum hava spælt seinastu dystirnar.

Dysturin við Stórá í Trongisvági byrjar kl. 15.00, og dómari verður Alex Troleis.

Mynd: Screenshot/KVF