Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: TB/FCS/Royn-KÍ

Jákup Ósá

KÍ tapti seinast, tá liðið vitjaði í Trongisvági. Men síðani hava teir bláu reist seg, meðan TB/FCS/Royn hevur fingið misjøvn úrslit seinastu tíðina.

Hetta er triðju og seinastu ferð í ár, at KÍ skal til Trongisvágs. Frammanundan hava liðini vunnið hvør sín sigur við einum máli í jøvnum dystum. KÍ skal royna at vinna sín fjórða sigur á rað, meðan TB/FCS/Royn skal royna at vinna sín fyrsta sigur seinastu fýra umførini.

Hjá TB/FCS/Royn var verjuleikarin Dennis Nielsen ikki við seinast, meðan málverjin Milos Budakovic ikki hevur verið við í fleiri dystir. Hjá KÍ er Hákun Edmundsson skaddur, Boris Dosljak hevur leikbann, meðan Ísak Simonsen er ivasamur vegna skaða. Jóannes Bjartalíð hevur ikki byrjað inni í eina tíð, men var við frá byrjan á U21 landsliðnum seinast, so helst er hann við at vera heilt klárur aftur.

 

Dysturin í Trongisvági byrjar kl. 14.30, og dómari verður Kári á Høvdanum.

Harleyfacadeacryl