Norðlýsið fer at gera nógv burturúr stóru uppgerðini sunnudagin millum HB og KÍ.
Vit hava tosað við KÍ venjaran Eyðun Klakstein og seinni fáa vit eisini viðmerkingar úr HB leiðrinum. Ein uttanveltaður persónur við vitan um bæði liðini kemur at úttala seg um, hvat væntast kann.
Og ikki minst, so fer Norðlýsið at vísa hæddarpunkt frá ein av størstu klassikarunum millum KÍ og HB í nýggjari tíð, sum okkum vitandi ongantíð hevur verið alment vístur fyrr.
So fylg við á Norðlýsinum gjøgnum dagin, har vit varpa ljós á arvafígginda uppgerðina og tvey tey mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti.




