Nú stendur heimsins størsta kapping í amerikanskum fótbólti aftur á skránni, og einans ein dystur er eftir: Super Bowl. Av 32 liðum í NFL liguni, hava 14 teirra kappast í endaspæli, um at fáa fatur í Lombardi-steypinum – og nú standa einans tvey lið eftir – Los Angeles Rams og Cincinnati Bengals. Hvør gerst heimsmeistari í hesi serstøku ítróttargrein? Hetta skal avgerast í ársins finalu á SoFI Stadium í Kalifornia, sum byrjar í kvøld og heldur á inntil í morginárini.
Áðrenn hetta NFL kappingarárið fór av bakkastokki í august 2021, vóru Kansas City Chiefs av betting-fyritøkum sæddir at vera favorittar, sjálvt um teir í undanfarna kappingarári taptu Super Bowl móti stórspælandi Tampa Bay Buccaneers. Bakka vit enn eitt kappingarár aftur, til kappingarárið 2019/2020, vunnu Kansas City Chiefs á San Fransico 49ers, ið áðrenn tað kappingárið, vóru sæddir at vera favorittar. Hvørki Los Angeles Rams ella Cincinnati Bengals hava verið sæddir sum favorittar seinastu árini, og kunnu orsøkirnar vera fleiri.
Teir báðir #9: Joe Burrow (Cincinnati Bengals) og Matthew Stafford (Los Angeles Rams)
Báðir quarterbakkarnir eru nummar 9 í ársins Super Bowl. Báðir vórðu í ávikavist 2009 og í 2020 draftaðir (les: valdir) sum fyrsta val.
Joe Burrow hevur víst sítt virði í ár. Hann hevur leitt Bengals til Super Bowl, sjálvt um hann hevur markant minni talent rundanum seg. Spælarnir ið skulu verja hann, eru statistiskt verri enn teir á mótstøðuliðnum. Joe Burrow er annars afturkomin frá skaða, og er ein góður kandidatur til Comeback Player of the Yearheiðurslønina.
Matthew Stafford kom til Rams undan hesum kappingarárinum, eftir at hava spælt við Detroit Lions frá draftinum í 2009 til 2020. Hann varð umbýttur (les: ‘traded’) til Los Angeles Rams í 2021 og er nú ávegis til sína fyrstu Super Bowl finalu. Hann hevur ikki havt líka nógv at prógvað sum Burrow hevur. Stafford hevur eisini væl betri spælarar rundanum seg.
Joe Burrow og Matthew Stafford eru nokkso javnir í hagtølum fyri 2021 kappingarárið.
Hvat fer at gera seg galdandi
Tað er ongin loyna, at leikluturin sum quarterbakkur er nokk av størsta týdningi í einum liði. Tí fer Super Bowl nummar 56 at vera merkt av hvussu quarterbakkarnir fara at klára seg. Reint søguliga er Los Angeles Rams nógv meir vinnandi av teimum báðum. Nøkur tøl frá árinum higartil (regular season, minus play-off-dystir), ið fara at gera seg galdandi og sum ársins Super Bowl nokk fer at avspegla:
Støðan í verju (defense) og álopi (offense) fyri í ár (yards pr. dyst)
Cincinnati Bengals offense: 14 útav 32
Los Angeles Rams offense: 7 útav 32
Cincinnati Bengals defense: 20 útav 32
Los Angeles Rams defense: 13 útav 32
Miðalstig fyri
Cincinnati Bengals: 26.6 stig (nummar 8 útav 32)
Los Angeles Rams: 27.2 stig (nummar 6 útav 32)
Miðalstig ímóti
Cincinnati Bengals: 21.8 stig (nummar 13 útav 32)
Los Angeles Rams: 21.5 stig (nummar 10 útav 32)
Merkisverdir sigrar hetta kappingarárið
Cincinnati Bengals vunnu 19-16 á Tennessee Titans í Divisional Round.
Los Angeles Rams vunnu 30-27 á Tamba Bay Buccaneers í Divisional Round.
Cincinnati Bengals vunnu 27-24 á Kansas City Chiefs í AFC Conference Championships.
Los Angeles rams vunnu 20-17 á San Francisco 49ers 20-17 í NFC Conference Championships.
Við støði í tøttu hagtølunum tippa vit ein sigur til Los Angeles Rams, ið vinnur Super Bowl við í mesta lagi 5 stigum.
Super Bowl LVI byrjar sunnukvøldið 13. februar kl. 23:30 føroyska tíð. Dysturin væntast at vera liðugur mánamorgunin umleið kl. 0430. TV3+ vísur dystin og kann dysturin eisini síggjast á Viaplay.
Tað verður gjørt nógv burturúr dystinum og pre-game showinum. Viaplay sendur frá kl. 21:30.



