Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: Young Boys-KÍ

Jákup Ósá

KÍ skal í kvøld spæla móti so sterkari mótstøðu sum felagið kanska ongantíð áður hevur roynt.

Meistararnir úr Sveis síðstu trý árini taka ímóti. KÍ-hópurin kom til Sveis í gjár og hevði sína einasta venjing á graslíkisvøllinum á Wankdorf leikvøllinum í Bern í gjárkvøldið. Fyrireikingarnar hjá KÍ hava hesaferð verið øðrvísi enn vanligt til slíkar útidystir, tí KÍ fekk ikki endalig boð frá UEFA um, at liðið kom víðari fyrr enn áleið 50 tímar áðrenn dystarbyrjan. Tí fór KÍ nógv seinni avstað enn vanligt.

Hjá KÍ eru allir leikarar tøkir uttan teir nýggju útlendsku leikararnir Lukasz Jarosinski, David Skrbec og Abubakar Ibrahim Aliyu. Teir báðir fyrru mangla loyvini, meðan tann síðsti júst er komin til Føroyar og venur fyri seg sjálvan fyrstu tíðina.

Dysturin byrjar kl. 19.15 føroyska tíð og verður vístur beinleiðis í Kringvarpinum. Dómari verður Athanasios Tzilos úr Grikklandi.