Ert tú millum 6 og 10 ár og hevur eina fríska, fitta og ósmædna rødd, so kanst tú møguliga sleppa á stóra pallin á Summar Festivalinum at syngja kór í stóra ABBA-showinum
Dámar tær væl at syngja ABBA? Hevur tú eina fríska, fitta og ósmædna rødd? Ert tú millum 6 og 10 ár? Vilt tú vera ein í kórinum hjá ABBA The Show?
Kanst tú læra kendu ABBA løgini I have a dream og Thank you for the music? Og syngja fyri børnum, ungum, vaksnum, ommum og abbum á stóra pallinum á Summarfestivalinum leygarkvøldið 8. august 2009?
Hósdagin 18. juni verður upptøkuroynd til barnakórið, sum heimskenda ABBA The Show skal brúka á Summar Festivalinum. ABBA The Show hava spælt í stórbýum sum New York, London og Berlin, og tá tey koma til Føroya at framføra sítt stórsligna ABBA-show, vilja tey hava føroysk børn at syngja saman við teimum.
Audition til barnakórið verður hósdagin 18. juni í Atlantis í Klaksvík.
Børn 6 og 7 ár (fødd í 2002 og 2003) møta klokkan 17.00
Børn 8 og 9 ár (fødd í 2000 og 2001) møta klokkan 18.00
Børn 10 ár (fødd í 1998 og 1999) møta klokkan 19.00
Dómarar vera: Steinvør Fonn, Steintór Rasmussen og Unnur S. Fonn
Millum 20 og 25 børn verða vald at manna barnakórið hjá ABBA The Show, sum hevur fyrstu sangroyndina, saman við kórleiðara, leygarmorgunin 20. juni kl. 11.00. Næstu venjingarnar vera fáar dagar upp undir Summarfestivalin.
Løgini kunnu hoyrast og venjast her:
Thank You For The music (serliga niðurlagið í báðum løgunum)




