Samlaði fiskiskapurin hjá partrolarunum fyrstu seks mánaðarnar (Fiskiárið byrjar 1. september) er nakað lakari enn undanfarna fiskiár, men upsin roynist tó munandi betri
Sambært hagtølunum pr. 1. mars 2009 hava partrolararnir (bólkur B2) fiskað tilsamans 22.800 tons. Hetta er góð 36 % av samlaðu veiðini í fjør og hava partrolararnir higartil brúkt góð 40% av fiskidøgnunum.
Veiða pr.dag samlað fyri veiðuárið 07/08 var 13.936 kg.
Veiða pr.dag samlað fyri veiðuárið 1/9-08 til 1/3-09 er 12.474 kg.
Hetta svarar til at samlaða veiðan pr. dag í inniverandi fiskiárið er minkað 10,5%.
Umroknað til krónu-virði fiskaðu partrolararnir fyri kr. 68.326 pr.dag (07/08) í mun til kr. 67.749 pr. dag í inniverandi fiskiárið. Sostatt er talan um eina minking uppá 0,8%
Meðalprísurin í fiskiárinum 07/08 var kr. 4,90 pr. kg og í inniverandi fiskiárið er meðalprísurin kr. 5,43 pr. kg. Sostatt er meðalprísurin hækkaður 10,8%.
Upsafiskiskappurin hjá partrolarunum
Upsaveiða pr.dag fyri veiðuárið 07/08 var 8.965 kg.
Upsaveiðan pr. dag. í inniverandi fiskiárið fram til 1. mars 2009 er 9.620 kg. pr. dag. Hetta er ein vøkstur uppá 7,3%
Viðrið pr. dag. fyri fiskiárið 07/08 var kr. 44.973.
Krónuviðrið pr. dag í inniverandi fiskiárið er kr. 54.282. Hetta er ein vøkstur uppá 20,7%.
Meðalprísurin á upsa í fiskiárinum 07/08 var kr. 5,01 pr. kg. og í inniverandi fiskiárið er meðalprísurin kr. 5,64 pr. kg. Hetta er ein vøkstur uppá 12,6%.
Samanumtikið mugu vit siga at upsa fiskiskapurin og prísurin pr. dag er betri í inniverandi fiskiárið enn í undanfarna.




