Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÚR GREINASAVNINUM: Gylta málið hjá Torkil Nielsen í Landskrona

John William Joensen

Í 2013 fekk føroyskur fótbóltur meira enn 50 mió. kr frá UEFA og seinastu trý árini íroknað 2013 hevur føroyskur fótbóltur megna at hála tilsamans 170 mió. kr. heim til klettarnar frá UEFA og FIFA

Í 2013 fekk føroyskur fótbóltur meira enn 50 mió. kr frá UEFA og seinastu trý árini íroknað 2013 hevur føroyskur fótbóltur megna at hála tilsamans 170 mió. kr. heim til klettarnar frá UEFA og FIFA

Rakstrarinntøkurnar hjá FSF liggja um 27 mill. kr. árliga.

Inntøkurnar stava frá UEFA, FIFA og søla av sjónvarpsrættindum. FSF seldi í ár sjónvarpsrættindini til UEFA. Søluupphæddin fyri sjónvarpsrættindini komandi 4 árnini verður omanfyri 70 mill. kr.

Afturat hesum fær FSF stuðul frá UEFA og FIFA til iløgur. Árliga upphæddin til íløgur liggur um 8 mill. kr.

Norðlýsið hevur rokna seg fram til, at samlaðu iløgurnar hjá FSF seinastu 3 árini, tá bygningurin við Tórsvøllin er íroknaður, liggja millum 70 – 80 mill. kr. FSF hevur eisini goldið stuðul til øll feløgini til nýggjar graslíkisvøllir v.m.

Eisini føroysku feløgini fáa nógvan pening frá UEFA, einar 6 mill. kr vanliga. Føroysku feløgini fingu eisini endurgjald fyri landsliðsleikarar uppá einar 5 mill. kr í 2012.

Í ár (2013) fingu fremstu føroysku feløgini HB 900.000, EB/STR 3,9 mió., Víkingur 1,8 mió. og ÍF 900.000.

Støðan seinastu 3 árini hevur verið eitt sindur óvanlig, tí íløgur eru gjørdar fyri pening, sum hópaði seg upp, tí semja ikki valdaði um nýtslu av hesum peningi.

Eitt vanligt ár hja føroyskum fótbólti er, at FSF fær inntøkur fyri 27 mill. kr. og stuðul frá UEFA umframt til íløgur fyri 8 mill. kr. samanlagt 35 mill. kr.

Feløgini fáa vanliga 6 mill. kr og nakað verður eisini goldið fyri íløgur frá FIFA, so samanlagt fær føroyskur fótbóltur meira enn 50 mill. kr. frá UEFA og FIFA um árið.

Seinastu trý árini íroknað 2013 hevur føroyskur fótbóltur megna at hála tilsamans uml. 170 mió. kr. heim til klettarnar frá UEFA og FIFA.

Harafturat eru nógvir pengar til avleitt virksemi so sum hotell, flogferðir o.a. ísamband við lands- og klubb dystir.

So málið í Landskrona hevur veruliga givið føroyska samfelagnum harðan útlendskan valuta.

LES eisini: FSF brúkar 14,4 mió. kr til umsiting av føroyskum fótbólti