Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr greinasavninum: Tíðindi frá Næreberg (7) Vit sigla heim!

John William Joensen

Ja, skjótt gongur tíðin, og hugaligt er at fáa boð um, at siglt verður heim.

Túrurin, ið byrjaði fríggjadagin fyri knøppum trimum vikum síðani er nú liðugur, hvat fiskiskapi viðvíkur, og vit hava sett kós ímóti Klaksvíkini, har vit væntandi verða seint fríggjakvøldið – ella tíðliga leygarmorgunin.
Lastin er full av surimi, og vit hava framleitt so nógv mjøl, sum orka hevur verið til umborð. Hesin túrur kemur í søgubøkurnar sum ein tann styttsti og besti hjá Nærabergi. Og sum áður sagt, so hava vit á hesum túrinum sligið tvey egin met, nevniliga tað, at vit innan 28 dagar hava framleitt fleiri enn 1000 tons av surimi til mannaføði, umframt at vit hava havt ein stakan framleiðsludag, ið gav 72 tons av lidnari vøru í lastina.

Eg fari at takka fyri meg.
Áðrenn eg fór avsta, setti eg mær fyri, at eg vildi skriva heim nakrar ferðir á túrinum, og gjørdi avtalu við feðgarnar báðar á Norðlýsinum um at hýsa nøkrum reglum á teirra heimasíðu. Teknikkurin í dag er framkomin og góður, og hóast Næraberg ikki hevur allar bestu samskiftisútgerð, tá talan er  telduflutning, so hevur tað kortini latið seg gjørt at fingið bæði myndir og tekst heim, – men hvussu endalgu úrslitini hava sæð út, hava vit ikki kunnað sæð umborð. Tað eigi eg á til eg komi heim.

Lært nógv sum kokkur.
Eg havi sum kunnugt arbeitt sum triðji kokkur saman við hovmeistaranum Maibritt Dahl Olsen úr Saksun. Hon hevur lært á Hotel Hafnia í Havn, og hevur verið mær ein dyggur lærimeistari á túrinum. Túsund takk fyri alt, ið tú hevur lært meg, Maibritt.. Eg avmyndaði hovmeistaran ein góðveðurdag í seinastu viku. (Mynd1).

Nú verður vaskað og rigga til
Hóast fiskiskapurin er liðugur, so arbeiðir manningin líka til komið verður til Klaksvíkar. Alt skipið verður vaskað frá enda í annan. Frystarí, verksmiðja, kømur og gongir, galla, messa og uppihaldsrúm. Og á dekkinum renna dekkarar aftur og fram og rigga trolið til næsta túr. Tað eru ikki hissini amboð. Einki er mannbart. Alt má lyftast við teimum stóru kránunum, og tað er eitt ótrúðligt hegnið, hesir menn hava, at áskyna, hvussu trolið er sett saman, tí fyri meg sær alt út sum ein stór fløkja. Tað skulu áralangar royndir til at fáast við slíka útgerð.

Tøkk til manning og reiðarí
Eg fari at takka reiðaríinum fyri teir tríggjar túrarnar, eg higartil havi verið við Nærabergi. Fyrst og fremst ein tøkk til skipararnar Lion Petersen, Brandur Nólsoy og Lars Kåre Storås. Hetta hevur verið ein øðrvísi tíð fyri meg sum landkrabba, – men sera lærurík. Eg eri fegin fyri hvørja løtu, ið eg havi havt, saman við manningini – ungum sum eldri.
Eg havi áður sagt, og vil siga tað enn einaferð, at Næraberg er eitt sera gott skip at vera umborð á. Eg havi bert hoyrt menn tosa positivt um Næraberg, og starvsfólkini eru goð við sítt arbeiðspláss. Og nú riðaríið stendur á gáttini til at fáa tað heila at hanga saman, bæði verkliga og fíggjarliga, mugu vit frá føroyskari síðu vísa, at vit eisini vilja stuðla undir framhaldi av verkætlanini.

Monarkurin, hin nýggi Næraberg – ein persónlig niðurstøða
Persónliga eri eg sannførdur um, at Næraberg verkætlanin hevur eina gylta framtíð, um rætt verður borið at. Tað er sunt og gott fyri okkum føroyingar at fáa í lag altjóða samastørv á høvum tøkniligum støði, eisini á fiskivinnuøkinum, og tað er Næraberg ætlanin.
Vit skulu bert tryggja okkum, og her er tað reiðarí og fiskivinnuumsitingin eg sipi til, at tær treytir og samstarvsreglur, ið vit seta, – ikki seta okkum føroyingar verri fyri enn aðrar áhugaðar í einum slíkum samstarvi. Og vit mugu hava álit á, at okkara fólkavaldu fyrst og fremst hugsa um hesi viðurskifti, tá loyvi verða skrivað út.
Kvotan hjá Nærabergi er helmingurin av verkætlanini, har er einki at raffla um. Allar starvsskipanir umborð á einum slíkum skipi eiga at taka hædd fyri, at føroyskar viðtøkur og lógir verða hildnar, og at tað eigur at áliggja reiðaríi, at hava eins nógvar føroyskar yvirmenn, og starvsfólk yvirhøvur, í øllum liðum umborð, javnsett við fremmanda arbeiðsmegi.
Eisini eigur eitt know-how atlit at liggja í verkætlanini, har norðmenn og føroyingar í felag hava ábyrgd av, at kunna og læra hvønn annan um framleiðsluhættir og teknikkir innan hesa framleiðslu, so burðardyggir framtíðarlunnar verða lagdir undir hesa vinnugrein.

Tøkk til tykkum ið vitja hava www.nordlysid.fo

At enda fari eg at takka tykkum øllum, ið vitjað hava heimasíðuna og fari at ynsja tykkum alt tað besta framyvir.
Tøkk til tykkum øll, ið skrivaðu til okkara umborð og gjørdu okkum dagarnar hugaligari. Einki er so gott sum at fáa nøkur orð heimanífrá, tá ið ein er staddur á sjónum.
 
Alt tað besta fyri landi og tjóð.
 
Jógvan Eliasen
Brigde.naraberg@jfk.fo 

Harleyfacadeacryl