Nú tunnilin stendur liðugur og klárur til almenna nýtslu, hevur Norðlýsið hitt Svein E. Kristiansen, stjóra á NCC Føroyar, ið hevur staðið fyri arbeiðinum við Norðoyatunnilin.
Inni í arbeiðsskúrinum er dámligur hiti. Við endan situr fyrikomandi og vinaligi norðmaðurin, Svein Kristiansen og hyggur skiftivís niður á nøkur pappír og uppá telduskíggjan. Í tí hann reisist biður hann Norðlýsinum innum og peikar á ein sess. Norðmaðurin, ið eisini stóð á odda fyri arbeiðinum í Vágatunnilinum, hevur drúgvar royndir at bora í Føroyska basaltinum. Fyri framman liggja nýggjar avbjóðingar í Tromsø.
Hvaðani í Norra ert tú ættaður og nær vart tú føddur?
– Eg var føddur í 1969. Eg eri uppvaksin í norðurnorska býnum Vadsø, sum er høvðusbýurin í Fylke. Býurin hevur umleið 5000 íbúgvar, og líkist í somáta nógv Klaksvík. Eftir at eg hevði fingið mína míðnámsútbúgving í Vadsø, sum liggur 50 km. frá Russiska markinum, byrjaði eg á Ingeniør Háskúlanum í Norvik í 1989. Tá eg hevði frí frá skúlanum, koyrdi eg av og á teir 900 km. og førdi hetta meg bæði ígjøgnum Svøríki og Finnland. Seinni fór eg undir lestur á NTH (Norges Tekniske Højskole) í Trondhjem og har arbeiddi eg m.a. tað seinast hálva árið við eini verkætlan viðvíkjandi tunlum. Í kjalarvørrinum á hesum byrjaði eg aftaná loknan lestur, at arbeiða í eini granskingarverkætlan í norður Noregi í samband við eina tunnilsgerð. Umframt fígging til tunnlisgerðina, høvdu Statens Vejvæsen og Forskning og Utviklin givið fígging, soleiðis at granskingin var møgulig. So sigast kann, at mín tunnilsprofilur longu byrjaði at taka form á NTH.
Nú tíðin er um at vera uppi í samband við Norðoyatunnilin, kanst tú so siga eitt sindur um hvussu tær dáma at arbeitt her?
– Mær hevur dáma ógviliga væl at arbeitt í Føroyum. Hesi bæði arbeiðini, ið eg havi staðið á odda fyri, hava verið sera spennandi fyri meg. Tað hevur sjálvandi eisini verið viðvirkandi orsøk til, at mær hevur dáma so væl, at arbeiðið hevur gingið somikið gott sum tað nú einaferð hevur. Men eg má líka siga, at sjálvt um at tunnilin opnar nú leygardagin, so eri eg ikki heilt liðugur við mítt arbeiði enn. Eg vænti, at vit verða lidnir við at avriggað alt einaferð í summar.
Hvussu hevur tær dámt at arbeitt saman við føroyingum?
– Mær dámar væl føroyska sinnalagið. Fólk eru fyrikomandi og vinarlig. Føroyingar eru sera lættir at koma í kontakt við og eru sera opnir. At eg ikki havi hitt fólk, ið eru minni vinarlig og fyrikomandi, kann kanska stavast frá, at øll fólk her ynskja at vit skulu gera tað arbeiði, ið vit gera og nú hava gjørt. Eg havi verið við til at gjørt arbeiðið í Norra, ið summi fólk hava hildið verið ov stórt inngreb í náttúruna, at tey hava víst seg frá heldur minni góðum síðum. Hetta hevur als ikki verið ein trupulleiki í Føroyum.
Harafturat kemur, at føroyingar eru sera raskir arbeiðsmenn. Teir eru vanir við tungt og hart arbeiði. Arbeiði hevur koyrt í skiftum við tveimum vikum til arbeiðis og einari fríviku. Tað eyðkennir føroyingar, at teir eru stillir og ikki traðka fram. Eisini dámar mær væl, at tað ikki er so langt millum tey vanligu fólkini og mynduleikarnar og teir ið taka avgerðir. Hetta er ein fyrimunur, men tað kann eisini gerast ein vansi, um talan er um ov tøtt bond.
Generelt kann man siga, at føroyingurin dámar best at verða leiddur enn at leiða. Ein kombinatión, ið vit hava notið gott av er, tá leiðarin er norðmaður og arbeiðsfólki er føroyskt. Men tað eru sjálvandi fleiri føroyingar, ið ynskja at taka avgerðir; men ofta hava teir lyndi til at skjóta avgerðina út til dagin eftir, um tað er møguligt. Eitt annað, sum eg eisini havi lagt til merkis er, at teir eru konfliktsky. Konfrontatiónina royna teir ofta at snúgva sær undan. Samanumtikið, hava føroyingar tó nógv sera góð eyðkenni. Eyðkenni, sum mær óiva dámar, tí at eg sjálvur eru ættaður úr einum plássi, sum líkist Føroyum í stóran mun.
Jantelógin merkir staðið sum eg komi frá í norðurnorra, men hon er enn meira sjónsk í Føroyum, haldi eg. Eingin skal halda seg vera nakað. Tað vísur seg, sum at bondini millum fólkini eru soleiðis, at tey uppá ein ella annan máta gera tað soleiðis, at nøgdsemi og tað at vera errin av egnum verki ikki er loyvd. Nøkurlunda tað sama ger seg galdandi, tá tað gongur illa: tað er ikki gott at missa andlitið.
Hvat stendur fyri framman hjá tær, hvørjar eru ætlanirnar?
– Eg veit longu nú hvat tann nærmasta framtíðin vil innibera. Satt at siga, komi eg at hava tvinni arbeiðsstøð teir næstu mánaðirnar. Hetta av tí, at vit longu nú 3. mai byrja uppá eitt nýtt arbeiði í Tromsø. Vit vunnu eina útbjóðing uppá eitt arbeiði, ið umfatar at renovera ein flogvallartunnil í Tromsø. Upprunaliga var tunnilin bygdur av privatum felag, men er nú yvirtikin av Tromsø kommune og norska statinum. Men av tí at tunnilin ikki var bygdur nóg høgur, er neyðugt at hækka hann. Samstundis verða aðrar ábøtur eisini gjørdar.




