Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr Skotlandi og Kina at royna “Black Sheep”

John William Joensen

Nógv fólk er í býnum í góðveðrinum og fyri løtu síðan hitt myndamaðurin eitt par úr Aberdeen og Kina, sum vóru komin til landsdyst.

Tað eru nógv ferðafólk komin til landið í samband við landdystirnar hjá føroyska fótbóltslandsliðnum og hetta merkist eisini í Klaksvik
Fyri løtu síðan møttu vit einum parið úr Skotlandi, sum undan landsdystinum millum Føroyar og Skotland royndu at upplivað so nógv av Føroyum sum gjørligt.
– Hetta er eitt fantasiskt land. Vit vitjaðu inn á gólvið á Føroya Bjór og har sloppu vit at royna ølina “Black Sheep” – og skal eg heilsað og siga at hon smakkar sera væl, segði skotin.
Dáman sum stóð undir liðin á honum, er úr Kina.
– Eg kom til skotland fyri fýra árum síðan og nú standi eg í einum av vakrastu londunum í heiminum, segði hon smílandi.
Tey høvdu keypt eina bilett við tyrluni og baði søgdu við ein munn hvussu ótrúliga bíligt tað var at ferðast við tyrluni, samanborði við onnur lond.