Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Úr Tjørnuvík í Stakkin

Oliver Joensen

Í gjár var Norðlýsið við tjørnuvíkingum. Tað var ein sera hugnalig og spennandi uppliving. Vit, sum høvdu meldað okkum til túrin, hittust við bygdahúsið, har vit skrivaðu okkum inn, fingu eitt luttakarakort og harafturat matpakka og vatn at hava við á ferðini.

Veðrið var ógvuliga ivasamt tá eg fór av Klaksvík sunnumorgunin, í gjár. Komin yvir á Skálafjørðin minkaði hugurin nakað, tí har regnaði av grimd ímeðan vit koyrdu millum fjarða, eitt sindur av regni var eisini hinumegin Norðskálatunnilin, men á veg ígjøgnum Langasand og norðureftir til Víkar, lýsnaði og sólin byrjaði at síggja og tá vit so høvdu verið ígjøgnum móttøkuna í Tjørnuvík og harafturat fingið holla kunning um hvat stóð fyri framman, so var farið til gongu í góðveðrinum. Veðrið royndist væl, tí vit høvdu sól at kalla allan túrin. Eg fór til gongu saman við hinum klokan 14, og var aftur í bygdahúsinum klokkan 20, helst sum seinastur í fylginum.

Í upplýsingunum um túrin varð sagt, at hetta er ein tungur túrur. Tað var tað eisini og tískil ein avbjóðing hjá mær. Men sleppi eg at stýra ferðini sjálvur, so ber alt til, og tað gjørdi tað eisini hesaferð.

Vit fóru av bygdini og gingu norður ímðoti Rangugjógv og niðan Torvadal. Bringuna í brekkuna og umleið 350 metrar niðan. Tá sneiddi eg av inn í Skoradal eftir gøtuni hjá fjallmonnunum, ímeðan hini fóru niðan Kambsfløtuna og so oman Krákuna. Inni í dalinum var skúvur, og eg gekk meg beint á eina skúvapisu. Tá eg var komin um hálvan dalin, fór eg at ivast um eg var á rættari leið. Eg hevði GPS hjá mær, so eg visti hvar eg skuldi, men fekk tað bara ikki at passa, at eg onki fólk sá. Men eftir at hava ringt til tey frammanfyri, gekk Jens Jensen, Jens hjá Toftakarl ímóti mær, men tá var eg komin næstan allan vegin. Tungt var, men ósigiliga vakurt og hugaligt.

So var at fata út á Stakkin, eg og bróður fóru í sama kassa yvirum Staksund. Har var ógvusligur gróður á Stakkinum. Grasið var so tjúkt at tað hevði hug at halda um leggirnar ímeðan ein gekk. Túrurin gekk oman í Kristiansstovu Har vit kundu njóta útsýnið inn á Sjeyndir og yvir á Mýling.

Tók nakrar myndir av vakra Mýlingi við “bøkkinum” Uppi á Manni ovast. Um Uppi á Manni verður sagt, at menn høvdu seyð áður og at hetta er eitt áhugavert pláss hjá føroyskum gongufólkum.

Í okkara eygum var sera nógvur lundi at síggja á flogi og á sjónum. Men tá vit spurdu okkum fyri hjá lokalfólkunum, so fingu vit til svar at har var púrt einki av lunda í mun til áður, men at nú var meira at síggja enn fyri fáum árum síðani.

Sagt var mær, at tað vóru ungir menn úr Tjørnuvík, ið høvdu tikið seg saman at skipa fyri hesum túrunum. Teir høvdu eisini samstarv við hiking.fo

Sigast má, at túrurin var sera væl fyriskipaður. Nógv ábyrgdarfólk fylgdu okkum og hugaligt var at síggja hvussu  væl toymið arbeiddi saman. Tá “Kassin” á rennistreinginum skuldi hálast luttóku bæði kvinnur og menn og ikki minst luttóku eisini turistar. Sum eg segði, so er túrurin tungur. Tá vit vóru komin yvirum aftur Staksund eftir ein ógloymandi túr, spurdi eg meg fyri um eg ikki kundi ganga aftur saman veg sum eg var komin, nevniliga eftir gøtuni hjá fjallmonnunum. Hetta gjørdi, at eg bert skuldiganga einar 300 metrar niðan brekkuna, í staðin fyri 400, sum hini skuldu ganga.

Jú gaman í, varð sagt. Men eg hevði gingið stutt tá eg varnaðist at ein ábyrgdarmaður fylgdi mær, og hann var við mær fram við nevnum, Kambsgjógv og allan vegin um Torvadal og til hagaportrið við bygdina. Onki var latið upp til tilfellið. Fyrimyndarliga var skipað fyri.

Komin aftur til Tjørnuvíkar var skipað fyri kaffi og góðari súpan í bygdahúsinum, har vit fingu eitt hugnaligt prát um túrin.

Túrurin út á Tjørnuvíksstakk er so absolut verdur at royna.

Vit lata myndirnar siga sítt:

Harleyfacadeacryl