Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Urgu- og klaverkonsert á heimsstøði í Christianskirkjuni

Jóhann Lützen

Urgu – og klaverleikari á heimsstøði úr Polen, Lidia Ksiazkiewicz hevur konsert í Christianskirkjuni Leygardagin, tann 25. august kl. 17.00.

Lidia er ein virtuosur og ein úrmælingur á heimsstøði. Hon er borin í heim í Poznana í Polen 1977. Fór at læra at spæla upp á klaver, tá ið hon var fimm ára gomul og orgul 20 ára gomul.

Hon hevur vunnið mangt eitt heiðursprógv í klaver- og orgulspæli t. d. 1994 eina internationala fyrstu heiðursløn í eini tónleikakapping í 20. árhundrað í Warszawa. Í 2004 fyrtsu heiðursløn í eini alheimskapping í orgulspæli í Rimini í Italia, vinnari av Haarlems orgulkapping í Niðurlondum – César Franck, 2000 og Messiaen Graz í Eysturíki 2003 á heimsstøði. Hon hevur havt manga konsert kring í Evropa. Fyri stuttum var hon á konsertferð t. d. í Danmark.

Eftir at hon flutti til Frankaríki, hevur hon tikið útbúgving við konservatoriið í Saint- Maur fyri orgul( 1. Virðisløn) og cembalo (gull heiðursmerki´). Í 2004 var hon finalistur á Chartres altjóða orgulkapping.

Hennara dugnasemi í orgul- og klaverspæli røkkur ikki bert til konsertir , men hevur hon eisini sanniliga nomið við nágreinligari gransking í uppalandi orgul- og klaverspæli. Hevur givið bók út um hetta ástøði t. d. eina tilgongd í romantiskum orgultónleikaverkum.

Lidia Kisazkiewicz er organistur í katedralinum í Laon og undirvísir við konservatoriið og lærda háskúlan í Strabourg. “