Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úrsliðið hjá Eik Banka var sum væntað

Helgi Abrahamsen

“Úrslitið er nøktandi, og er á hædd við tað, sum vit høvdu roknað við, serliga tá hugsað verður um hørðu kappingina á føroyska marknaðinum.” Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, nú bankin kunnger hálvársroknskapin.

Roknskapurin vísir eitt avlop eftir skatt á knappar 37 mió. krónur. Áðrenn skatt var úrslitið kanppar 45 mió. krónur. Innlánini eru vaksin við 530 mió. kr. fyrra hálvár, og samlaðu útlánini eru somuleiðis hækkaði eitt vet, stendur í tíðindaskrivi frá Eik Banka.

”Góða gongdin í samfelagnum hevur við sær, at privatkundar og vinnukundar í stóran mun velja at innfría síni lán. Bankin heldur fast við positivu útlitini fyri árið, og ársúrslitið fyri skatt fer væntandi at liggja millum 50-80 mió. kr. áðrenn skatt,” stendur í tíðindaskrivinum.

Hálvárið í stuttum:

· Avlopið eftir skatt er 36,5 mió. kr.

· Avlopið áðrenn skatt er 44,5 mió. kr.

· Útlán bankans eru økt til 5,2 mia. kr.

· Innlán bankans eru økt til 7,1 mia. kr.

· Niðurskrivingar eru 10,9 mió. kr.

· Gjaldførið er 253,1 prosent oman fyri lógarkravið

· Solvensurin við hálvárið er 22,3 prosent.