Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Úrslitini hjá U21 hava í føroyskum mátistokki verið framúr

Jóhann Lützen

Tað er í kvøld at okkara evnaríku U21 dreingir aftur skulu í eldin. Sæð við KÍ brillum, so er tað harmuligt, at KÍ leikarirnir Børge Petersen og Jonn Johannessen ikki eru tøkir hesuferð.

 

Mótstøðuliði hjá Føroyum er Ukraina, sum øll eygu hava verið vend eftir seinastu tíðina orsakað av krígnum við Russlandi.

 

Liðið hjá Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen hevur fingið fleiri sera góð úrslit í hesi undakappingini.

Mest eyðsýnda úrslitið man óivað verða 1-1 javnleikurin ímóti Frankaríki á heimavølli í september í fjør. Og seinast eisini 0-1 útisigurin tann 29. mars í ár ímóti Norðurmakidonia.

 

Í løtuni liggja Føroyar nummar 4 við 9 stigum. 4 stig aftanfyri Ukraina.

 

Ikki kann sigast annað, at venjaratoymið hevur verið eitt gott “match”. Serliga, tá hugt verður eftir vánaligu gongdina áðrenn teir tóku yvir.

Tí hevur tað verið ein fragd, at fylgt góðu gongdini hjá “Bagga” og Atla (áðrenn Hegga) síðani teir tóku yvir.

Góða gongdin og úrslitini hava í føroyskum mátistokki verið framúr og tala fyri seg.

 

Hetta vera tó síðstu dystirnir við hesum venjaranum við róðrið. Tí tá dystirnir ímóti Ukraina og Serbia eru leiktir, gongur eisini sáttmálin millum FSF og Sámal Erik Hentze út.

Vónandi kunnu FSF og Sámal Erik Hentze seta seg niður við samráðingarborið og finna eina loysn, soleiðis at haldast kann fram eisini aftaná hesa undankappingina.

 

Spennandi verður annars, um ungu garparnir aftur í kvøld kunnu gera ein vørr og fáa stig til høldar. Livst so spyrst.

 

Dysturin verður leiktur á Tórsvølli og byrjar kl. 18.00.