Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

USA, Bretland og Frakland lopin á Syria

Norðlýsið

Stórt samskipað álop í Syria hevur verið í nátt. Ætlanir eru ikki um at fremja fleiri álop.

Í nátt lupu amerikanarar, bretar og fransmenn á útvald mál í Syria. Tað sigur Donald Trump, forseti, á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í nátt (kl. 2 føroyska tíð). Bretski forsætismálaráðharrin, Theresa May, váttaði stutt aftaná, at tað veruliga var so, og at bretar eru við í álopunum. 

– Eg havi góðkent, at vápnaðar bretskar styrkir hava lopið á fyri at gera syrisku stjórnina minni føra fyri at fremja kemisk álop, sigur Theresa May við Reuters. Emmanuel Macron váttar eisini, at fronsk hermegi er við í hernaðarligu álopunum. Øll trý londini meta, at Bashar al-Assad hevur lopið á Douma við kemiskum vápum. 

Reuter skrivar, at longu stutt aftaná hoyrdust spreingingar í Damaskus, høvuðsstaðnum í Syria. Millum málini, ið eru rakt, eru herstøðir og eitt laboratorium. 

Syriska luftvápnið hevur svarað aftur uppá álopið, sum nú er liðugt. 

 

Ikki góðkent av ST

Limirnir í trygdarráðnum í ST hava fundast um, hvussu svarast skuldi aftur uppá møguliga kemiska álopið á Douma, men komu ikki til nakra niðurstøðu, áðrenn USA, Frakland og Bretland lupu á. 
Jim Mattis, verjumálaráðharri í USA, sigur, at hetta álopið verður tað einasta, og at fleiri álop tí ikki eru væntandi.

 

Kelda: https://www.fyens.dk/udland/USA-angriber-Syrien-sammen-med-Storbritannien-og-Frankrig/artikel/3247473
Kelda til mynd: http://www.abc.net.au/news/2018-04-14/us-to-strike-syria-in-response-to-chemical-weapons-attack/9658900