Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

USA ótrúligt virði fyri Evropa

John William Joensen

Kanska er tað ikki júst hetta, sum hevur ligið fremst í huganum hjá evropeisku fjølmiðlunum – og teimum føroysku – at gera okkum varðug við

Í føroysku, eins og í vesturlendsku fjølmiðlunum, tykist ofta lætt at geva negativan varðhuga av, hvat USA er, og hvussu ólátað amerikanska fólkið ofta førir seg fram.

Søgan hevur tó prógvað stóra týdningin av einum sterkum USA, sum avgjørt ikki er lýtaleyst og langt frá tí, men væl eru teir komnir okkum Evropabúgvum við.

Her er ein lítil søga, um franska passaeftirlitið og amerikumannin:

Ein bólkur av amerikanskum fráfarnum lærarum, vóru fyri stuttum á vitjan í Fraklandi. Robert Whiting, ein eldri harri á 83 ára aldri, lendi við flogfari í Paris.

Í passeftirlitinum brúkti hann nakrar fáar minuttir til at fáa sær fatur á passinum.

“Tú hevur fyrr verið í Fraklandi, monsieur?” Spyr eftirlitsmaðurin heldur speiskliga.
Whiting svaraði beinanvegin, ja, tað havi eg.

“So skuldi tú eisini vita, at tú eigur at hava passið klárt at vísa fram!”

Amerikumaðurin svarar aftur: “Seinastu ferð eg var her, var óneyðugt at vísa pass!”

“Tað er ómøguligt. Amerikanarar skulu altíð vísa pass, tá teir koma til Fraklands!”

Tá rætti hesin amerikanski harrin seg upp, hugdi avgjørdur inn í eyguni á hesum “yvirlegna” franska eftirlitsmanninum, meðan hann í stillføri greiddi honum frá:
“Well”, segði hann, tá eg kom á strondina í “ Omaha Beach on D-day in ‘44” fyri at bjarga hesum landinum, fann eg ongan – ikki ein einasta – franskmann, so eg kundi víst honum passið!”

Til stuttleika kanst tú eisini lesa tríggjar aðrar líknandi “smáhendiningar” inni á www.keldu.com

Við hesi stuttsøgu fari eg at ynskja øllum mínum landsmonnum eitt eydnuberandi nýggjár og nú eg gevist, takki mínum mongu og trúgvu veljarum ígjøgnum 37 ár fyri at tit so dyggiliga stóðu saman um meg og Fólkaflokkin, samstundis sum eg ynski Fólkaflokkinum eitt gott val, tí ríkliga er brúk fyri borgarligu hugsjónini.

Jógvan við Keldu