Í samband við dystin millum KÍ og Hammarby á Svangaskarði, skipar Áhugafelagið fyri bussferð.
Farið verður frá KÍ høllini (eystursíðuni) leygardagin kl. 14.15. og heim aftur beint eftir dystin.
Kostnaður fyri limir* er kr 50,- og ikki limir kr 75,-. Børn undir 18 ár gjalda kr 50,-.
* limir eru tey, sum flyta eina fasta upphædd til Áhugafelagið. Møguleiki verður eisini at tekna seg sum lim á túrinum.




